Skráin fyri Fyrilestrar

Trýst á skránna fyri at gera hana størri.

Mamma mín og teir bundnu kjólarnir.

Mamma mín, fødd í 1930, dugdi væl alt handaligt arbeiði. Hon hevði nógv at gera heima við hús. Børn at binda og seyma uppá, kúgv at mjólka og og tó megnaði hon í hond at binda okkum systrunum vakrar kjólar. Eg fari at siga søguna um mammu og kjólarnar.

Info

Undirvísari: Anna Rúna Jakobsen
Høli: Sí yvirlit yvir fyrilestrar
Nær: Leygardag 13. april kl. 9 og kl. 14
Mál: Føroyskum og donskum/norðurlendskum. Kann eisini fara yvir í enskt ☺
Atgongumerki: Vikuskiftisarmband og dagsarmband.

 

Sum 6 ára gomul lærdi omma mín meg at binda. 

Eg havi havt nógv frítíðarítriv, og har hevur binding verið ein náttúrligur partur. 

Eg havi arbeitt sum lærari alt mítt lív, tó ikki sum handarbeiðslærari. Eg havi tó brúkt møguleikan at læra skúlabørnini at binda. 

Nú havi eg betri tíð at sita við stokkum, og tað dámar mær væl. 

Mær dámar væl at læra ymiskt nýtt.

Sálarfrøðiligt hondarbeiði

Hví er tað so gott at hava nógv á stokkunum í senn? Vit eru mong, sum kenna okkum væl, tá vit fáast við hondarbeiði; men hví tað? Hetta kann tann sokallaða “craft-sálarfrøðin” svara okkum. Í hesum fyrilestrinum fari eg at tosa um craft-sálarfrøði, sum svarar, hví tað er gott at vera í gong við fleiri tingum ísenn. Harafturat lýsir fyrilesturin, hví man kann brúka craft-sálarfrøðina sum viðgerð, og hvørja ávirkan hon hevur á trivna og lívsgóðsku.

Info

Undirvísari: Anne Marie Nielsen
Høli: Sí yvirlit yvir fyrilestrar
Nær: Fríggjadag 12. Apríl kl. 14 Leygardag 13. Apríl kl. 16
Mál: Donskum. Men eg tosi eisini blandinaviskt og enskt
Atgongumerki: Vikuskiftisarmband og eindagsarmband

Eg eri útlærd hondarbeiðslærari við veving, sum høvuðsfaki, og spinning, sum eitt av síðufakunum. Mín stóri áhugi fyri vovnum hondarbeiði, hevur m.a. leitt meg til ein vevskúla í Tanzania og ein háskúla í Norra. Hessi seinastu árini havi eg fingist nógv við binding og plantuprent tvinnað saman við siðbundna plantuliting og við at spinna skjórut tógv. Eg havi eisini lisið craft-psykologi – sálarfrøðiligt hondarbeiði – og fingist við tað í seinastuni.

Karyatida og prestatankar. Til minnis um tær kvinnur, sum lótu lív í barsilssong.

Í desember 2023 varð reist ein 5 m høg standmynd úr leiri í Fuglafirði við heitinum Karyatida. Listakvinnan er Guðrið Poulsen. Anne Mette Greve Klementsen var ein av teim trimum fyrireikarunum. Fyrilesturin gevur innlit í ta sosialu og átrúnaðarligu mentanina, sum ráddi í farnari tíð, við tøgn, tá sorgin rakti familjuna.

Info

Undirvísari: Anne Mette G Klementsen
Høli: Hygg í yvirlit yvir fyrilestrar
Nær: Fríggjadag 12. Apríl kl. 11
Mál: Donskum
Atgongumerki: Ókeypis

Anne Mette G Klementsen er fyrverandi prestur í Fuglafjarðar sókn, 2011- 2020. Síðan tá hevur hon arbeitt í dómkirkjuni. Anne Mette vaks upp í Rødding í Suðurjútlandi, nú býr hon í Nólsoy.

Reinavelting í Koltri

Fyrilesturin snýr seg um eina undanverkætlan í kornvelting har føroysku upprunakornini eru velt á “gamla mátan” við reinavelting”

Info

Undirvísari: Kristina Djurhuus Christiansen
Høli: Sí yvirlit yvir fyrilestrar
Nær: Fríggjadag 12. apríl kl. 9 og kl. 16
Mál: Donskum
Atgongumerki: Vikuskiftisarmband ella eindagsarmband

Kristina Djurhuus Christiansen er savnvørður á Fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum, har hon arbeiðir við livandi mentan og umsitur UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi.

Bint við skinni

Hvussu tú bindur við skinni og ullarlagdum, burðardygg binding og hvussu tú kanst brúka bæði skinn- og tógvrestir til at fríska eitt bundið plagg uppaftur. Hvussu tú kann seyma skinn upp á troyggjuna og soleiðis gera hana serstaka. Eitt sindur um meg sjálva og hvat eg takist við, list og skapandi arbeiði.

Info

Undirvísari: Liv Aurora Jensen
Høli: Sí yvirlit yvir fyrilestrar
Nær: Fríggjadag 12. Apríl kl. 10
Mál: Danskt
Atgongumerki: Vikuskiftisarmband ella eindagsarmband

Liv Aurora er útbúgvin grafikari, fotografur og klædnasniðgevi, hon hevur fingist við tað skapandi síðan  barnaárini. Henni dámar at gera tingini øðrvísi og fylgi ikki altíð streyminum. Liv Aurora er fødd í Grønlandi og býr í Nuuk saman við manninum. Hon hevur sín egna handil ”inuk Design” við list, listhandverki og sniðgeving.

Fjallatoppar/ pílagrímaferð

Hvat er hugtakandi við at ganga fjallatoppar og pílagrímaferð?

Info

Undirvísari: Marjun Lómaklett
Høli: Sí yvirlit yvir fyrilestrar
Nær: Fríggjadag 12. apríl kl. 9 Leygardag 13. apríl kl. 9
Mál: Skandinaviskt.
Atgongumerki: Vikuskiftisarmband ella eindagsarmband

Eg eri gudfrøðingur og arbeiði sum sóknarprestur í Klaksvík. Eg havi eisini virkað sum prestur í Danmark og Miðeystri. 

Eg havi gingið allar 340 fjallatopparnar í Føroyum og verið pílagrímaferð uttanlanda.

Katharina von Bora

Frásøgn um megnar kvinnuna Katharinu von Boru, ið var kona Luthers. Hennara lív og lagna.

Info

Undirvísari: Marjun Lómaklett
Høli: Sí yvirlit yvir fyrilestrar
Nær: Fríggjadag 12. apríl kl. 14 Leygardag 13. apríl kl. 16
Mál: Skandinaviskt
Atgongumerki: Vikuskiftisarmband ella eindagsarmband

Eg eri gudfrøðingur og arbeiði sum sóknarprestur í Klaksvík. Eg havi eisini virkað sum prestur í Danmark og Miðeystri. 

Eg havi gingið allar 340 fjallatopparnar í Føroyum og pílagrímaferð uttanlanda.

Tað er gott at búgva á útoyggj

Lýsa støðuna, hvussu tað er at flyta til eina útoyggj

Info

Undirvísari: Paulina M K Eliasen
Høli: Sí yvirlit yvir fyrilestrar
Nær: Fríggjadag 12. apríl kl. 15 Leygardag 13. apríl kl. 11
Mál: Norðurlendskum
Atgongumerki: Vikuskiftisarmband ella eindagsarmband

Eri handarbeiðslærari, búgvi á Syðradali K.

Undirvísi í Klaksvík á Húsarhaldsskúlanum, Handarbeiðsskúlanum og summarskeið á Syðradali, og arbeiði nógv við kirkjuklæðum og brodering til tjóðbúnan og havi givið 4 bøkur út.

Kvinnur – heilsa, kyn og kynslív um ár 1900

Fyrilesturin er ein lýsing í orðum og myndum av kvinnulívi í Føroyum um aldarskiftið 1900 við støði í læknafrágreiðingum og øðrum søguligum keldum. Serligur dentur verður lagdur á livikor og heimalív – herundir heilsu, kynsleiklutir og kynslív.

Info

Undirvísari: Rigmor Restorff Dam
Høli: Bókasavnið (ókeypis) Mentanarhúsið (armband)
Nær: Leygardag 13. apríl kl. 11 og kl. 14
Mál: Skandinaviskt
Atgongumerki: Ókeypis (bókasavnið) annars vikuskiftisarmband ella eindagsarmband

Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur og lærari, fyrrverandi tíðindakvinna, ting- og landsstýriskvinna í menta- og skúlamálum.

At binda á føroyskum – føroyskt bindimál

Frásøgn um upprunan til Uppskrift hvat vit arbeiða við og hvat vit arbeiða fram í móti

Info

Undirvísari: Vár Hansen
Høli: Sí yvirlit yvir skema
Nær: Fríggjadag 12. apríl kl. 11 og kl. 16
Mál: Skandinaviskt
Atgongumerki: Vikuskiftisarmband eller eindagsarmband

Havi fingið sambandi við bindiheimin gjøgnum
Hespuna har eg selji hondlitað tógv. Tað er hetta
sambandið sum hevur birt hugskotið til Uppskrift