Um

BINDIFESTIVALURIN í Fuglafirði sá dagsins ljós í 2015. Meðan vit læra ymisk bindimynstur og onnur handalig kynstur, hátíðarhalda vit hondarbeiði saman við evnum, ið eru aktuell í tíðini. Kønir ferðaleiðarar vísa tær runt í nærumhvørvinum. Samtíðis er tann góði maturin og tann sosiala samveran ein dýrgripur at fáa afturat – saman við vinaløgum og sambondum.


Toymið 2026

Steintóra Nesá
Fyriskipari
________

Steintóra er ein av stovnarunum av Bindifestivalinum. Hon hevur altíð fingist við handarbeiði av alskyns slagi. Harafturat trívist hon væl í kreativum loysnum, bæði á pappíri og í verki.

Jorun Eið Johannesen
Fyriskipari
________

Jórun er útbúgvin lærari frá Føroya læraraskúla og hevur m.a. undirvíst í hondarbeið í mong ár.
Eisini hevur hon verið við til at skipa fyri mongum stevnum og átøkum.