Komandi ár verður BINDIFESTIVALURIN aftur í Fuglafirði.
Ein norðurlendskur bindifestivalur á altjóða støði við siðbundnum og topp aktuellum áhugamálum.
Í døgunum 16.-18. apríl 2026 verður BINDIFESTIVALURIN hildin í Mentanarhúsinum og í privatum heimum runt um í Fuglafirði. Luttakararnir fáa høvið at læra seg ymiskt hondarbeiði, alt frá aldargomlum og siðbundnum til tað, sum øll vilja duga í dag. Somuleiðis verða fjølbroyttir fyrilestrar, gongutúrar og sosial samvera. Hetta verður tann 11. BINDIFESTIVALURIN í røðini.
Fyrireikararnir siga: “Vit skapa karmar og møguleikar, sum føroyskar og útlendskar kvinnur trívast í. Eitt vikuskifti við nógvum valmøguleikum, bæði handaligum og andaligum.”
Undirvísararnir eru føroyingar og norðurlendingar.
Dentur verður lagdur á:
- tað heimliga
- mentanararv
- dagsins aktuella hondarbeiði
- matgleði
- nærveru
Set tær kross í kalendaran 16.-18. apríl 2026
Vinarliga
Fyriskipararnir av Bindifestivalinum í Fuglafirði 2026

