JESS! Aftur í ár bjóða vit eina røð av verkstovum
Vesenberg, Steinberg, Debes, Eliasen …
Væl upplagdar og við kønari hond bjóða hesar og fleiri aðrar seg fram, tá BINDIFESTIVALURIN verður í Fuglafirði 16. – 18. apríl 2026.
Vesenberg, Steinberg, Debes, Eliasen …
Væl upplagdar og við kønari hond bjóða hesar og fleiri aðrar seg fram, tá BINDIFESTIVALURIN verður í Fuglafirði 16. – 18. apríl 2026.
T.d. kanst tú velja binding, hekkling, brodering, at virka og at plantulita. Hetta eru nøkur av evnunum, sum tær koma at standa fyri.
Í alt eru 12 ymiskir undirvísarar, og evnini eru omanfyri 20 at velja ímillum.
Kom og lær teg bæði gamlar og nýggjari mátar.
Á hvørjum ári er ein sokallað “skeiv” verkstova. Hesaferð fara vit at fermenterað grønmeti saman við Maud Wang Hansen.
Sjávandi er ullin eisini við, okkara dýrabara tilfeingi.
Ikki um at tala, so kanst tú eisini fara til fyrilestrar, framsýning, nál-og-skál, túrar o.a.
So kom. Vit samlast bæði í privatum heimum og almennum hølum.
Unna tær sjálvari nakrar festligar dagar í góðum selskapi.
Tey, sum hava keypt sær verkstovu, kunnu fara inn á heimasíðuna og velja longu nú.
Enn ber til at keypa sær atgongumerki á heimasíðuni, við at trýsta á knøttin niðanfyri ella á https://atgongumerki.fo/3555803/bindifestivalurin-i-fuglafirdi-2026
HETTA MÁ UPPLIVAST!
Síggjast á Bindifestivalinum!

