“Góði jólamaðurin, læn mær oyra títt”

“Góði jólamaðurin, læn mær oyra títt. So at eg kann siga tær, hvat er ynski mítt. Bindifestivalur er tað best´ eg havi sæð, kanst tú hjálpa mær, so at eg veri har hvønn dag?”

“Ja, kom og síggj. Her eru nógvir MORGUNFRÚU-pakkar frá BINDIFESTIVALINUM. Útlendingarnir kalla pakkarnar fyri early bird. Eg sigi bara jólatilboð – havi givið jólakonuni ein.

Sært tú. Her er ein so fínur pakki. Í honum er eitt vikuskiftisarmband, sum skikkar sær soleiðis, at tú sleppur til allar fyrilestrarnar og at ganga allar teir túrar, sum eru á skránni hesar tríggjar dagarnar. So kanst tú jolla tær og binda, meðan tú lurtar eftir fyrilestrum. Á tig og tala ikki, skal eg siga tær. Har er alt frá lívsstíli til skiftisár, frá at finna uppá til fasta uppskrift. Ja, tú kanst bæði velja og vraka; men eitt sigi eg tær, at hvør fyrilestur er áhugaverdari enn annar. Og blívur tú móð í afturpartinum av at sita, so fert tú bara við teimum ein gongutúr, tí tað hava tey eisini skipað fyri – enn tá fleiri. 

Harafturat kanst tú eta teg metta hvønn dag á miðdegi. Har er bæði heitt og kalt, leskiligt og søtt í ymsum útgávum. Her fer at verða ein biti til øll, eisini til tey við serligum tørvi. So ongum nýtist at hava matpakka við; men tú fært ikki ull upp á keks.
Eg skal siga tær eitt, at kokkurin at sera kringur við grýtunum. Eg havi kent hann síðan hann var smádrongur. Eg gav honum altíð eina sleiv í jólagávu. Hann eitur Ruben Busk.

Men bíða nú, her er ein størri pakki, tað er MORGUNFRÚU-pakki 1. Her í er eisini hatta sama armbandið, og mín sann, um ikki eina verkstovu fylgir við. Hon er líka so dygdargóð, sum allar hinar verkstovurnar, og tú sleppur sjálv at velja, hvørja tú ynskir tær úr allari rúgvuni.

Á tú kerasti mín. Nú fann eg tann stóra og tunga pakkan, sum eitur MORGUNFRÚU-pakki 2. Í honum liggur eisini hatta fína armbandið og ringlar saman við tveimum verkstovum, har tú kanst læra teg okkurt nýtt í tríggjar samfullar tímar á hvørjari, og tá dugir tú tað ordiliga væl. Sum rosinan í pylsuendanum, ja, so sleppur tú eisini í veitsluna. Tað skal eg siga tær, at eg havi lúrt inn har onkuntíð, og hon er altíð sera góð”. “Takk, mín gamli jólamaður, eg má skunda mær.” 



Vinnararnir av lutakastinum á Facebook og Instagram eru funnir og hava fingið vinningarnar. Vit ynskja Ritu Larsen og Daisy Erningsdóttir til lukku og vælkomnum á BINDIFESTIVALIN 2026. Tær vunnu tvey vikuskiftisarmbond hvør.

BINDIFESTIVALURIN er gávan til tín sjálvs og tann, tú ert góð/-ur við.

Síggjast á BINDIFESTIVALINUM 2026 – Gleðilig jól