So er at gera seg til reiðar

Nú sólin hevur koppað sær áaftur og dagarnir togna so spakuliga, hava vit sett fulla ferð á fyrireikingarnar. Eitt er sikkurt, Bindifestivalurin 2023 verður ikki minni áhugaverdur enn teir, sum hava verið.

Eitt evni, sum gongur aftur í fleiri verkstovum, er “okkurt upp á føturnar”. Til tað kunnu vit siga, at vit fara at hava okkurt til mest sum allar stokkar. Her finna tit evni um bæði teknikk, skap og fjølbroytni, – ja, her eru dømi um groft og fínt, skóleistar, sokkar og hosur, mynstrut og einlitt, trendy og gamalt umframt annað gott. Í stuttum kann sigast, at tað er handverk í heimsklassa.

 —

Áh, sum tað er spennandi, tá man hevur eitt hav av møguleikum, og hugurin er bæði til hetta og hatta. Skal eg læra meg at binda hæl? – ella  at binda tvær hosur í senn á sama stokki? Hvat við holufaldi? –  ella snar? – ella skóleistin hjá ommu? So kundi eg eisini hugsað mær at duga at binda hasa saðiløkslina. Kanska skal eg læra meg at kasta uppá á italienskum? – ella binda týskar vendingar? Hmmm … hvørja rond skal eg hava?

Men eg havi so nógvar ellubitar og restir, hvat fái eg burtur úr teimum? Møguleikarnir eru so nógvir. Gamla troyggjan er ov lítil og eg unni mær ikki at kasta hana, tí tógvið er bæði gott og vakurt. Hvat við at rekja hana upp og fáa naka nýtt og skilagott burtur úr henni? Ja, sjálvt sovorðnar verkstovur eru eisini á Bindifestivalinum.

So er tað okkurt sum eitur “Fair isle”, tað ljóðar spennandi, – og “magic loop”. Hvat er dubultbinding fyri nakað? – og dominobinding? Kann eg kasta uppá á tánni, tá eg bindi hosur? – og so er okkurt við einum vinarvøtti?

Hygga síggj, eg kann eisini loypa niður í ullarposan. Tá kann eg bæði nappa, karða og spinna. Harafturat kann eg tøva mær okkurt.

Í ár kunnu vit seta okkum fyri at hugsa av nýggjum og flyta frá vanabinding. – Hvussu kunnu vit finna upp á nakað nýtt? Svarið er: Kom á Bindifestival og fá nýggjan íblástur, nýggjar tankar og nýggj hugskot frá bæðu føroyskum og donskum undirvísarum.

Bílegg tær atgongd til Bindifestivalin 2023 á bindifestival@gmail.com ella ring 744720. Prísin finnur tú á heimasíðu okkara www.bindifestival.com 

Vit gleða okkum til Bindifestivalin 20. – 22. apríl 2023

Fyrireikararnir