Vælkomin til fyrilestrarnar á Bindifestivalinum 20. – 22. apríl 2023
Eisini í ár fara vit at skipa fyri áhugaverdum og fjølbroyttum fyrilestrum, meðan Bindifestivalurin er.
Tað vera bæði føroyskir og danskir fyrilestrar.
Úr rúgvuni kunnu vit siga, at vit sleppa at lurta eftir eini dugnaligari damu heiman av Sandi. Hon fer at tosa um føroyska bindisøgu – serliga um at binda mynstur. Ein onnur kvinna kemur at siga sína søgu, hvussu hon kom inn í bindiheimin. Eisini fer ein ungur sniðgevi at tosa um ta sjáldsomu og forkunnugu “hosutroyggjuna.”
Úr Jyllandi kemur lærarinnan, sum meldaði seg til sjónvarpssendingina “Den store strikkedyst”. Hon fortelur um, hvussu tað var at vinna kappingina, og hvussu tað broytti mangt og hvat hjá henni. Vit fara eisini at frætta um eina gamla dagbók, sum verdótturin nú hevur í hondum.
Við á leiðini fáa vit innlit í hvørjar avbjóðingar og hvørjir møguleikar liggja fyri framman, um hvussu tann unga familjan hevur tað í dagsins samfelagi, og um meira álvarsom evni sum haturstalu, talifrælsi og sensur. Men vit frætta eisini um tær skapandi hendurnar, um listina í tí handaliga og hvussu tað forna kann geva hugflognum lív enn í dag.
Sjálvandi fara vit eisini at hoyra um ullina, hetta lívrunna tilfarið, sum fjálgar og sum er sonn terapi at arbeiða við.
Sum rosinan í pylsuendanum, so eru harafturat nakrir fyrilestrar um mat, um at minka um matoyðsl og um nýhugsan í samband við heilsugóðar matvanar.
Fyrilestrarnir vera hildnir í hugnaligum hølum, har verður ein drekkamunnur at fáa við onkrum afturvið.
Hevur tú keypt tær armband, hevur tú fría atgongd til allar fyrilestrarnar.
Vælkomin á Bindifestivalin
Vinarliga
Fyrireikararnir