Vælkomin, kvinnur og menn, á Várbeiti hjá Bindifestivalinum 21. apríl 2023 kl. 19.00.
Fríggjakvøldið stendur í festligum ljósi. Tá hava vit bundið, lurtað og gingið í tveir dagar, so tá kunnu vit gott binda frið. Men tað skal ikki undra okkum, um ikki verkstovurnar hava verið so áhugaverdar, at stokkarnir ikki eisini sleppa við hetta veitslukvøldið, – teir eru jú okkara trúgvi fylgisveinur, hvar vit fara.
Mentanarhúsið er pyntað upp, og várligur dámur er yvir tí heila. Næmingarnir á N21Y á Kambsdali hava sitið við krea-borðið, og tað sæst, at tey duga væl til hendurnar. Festligur dámur hvílir yvir hølinum. Dúkar, saviettar og ljósini skapa hugna og matroykurin elur tað besta fram í okkum.
Úti í køkinum standa Ruben Busk og hansara hjálparfólk klár at borðreiða tríggjar leskiligar rættir fyri okkum.
.
Matskrá:
- Letsaltet laks serveret med citronpure, fennikelsalat og syrnet skyr skilt med dildolie, dertil flutes og estragonsmør
- Rosmarinstegt lammecoulotte og langtids braiseret lammebov serveret med ærtepure, stegt kålrabi og mini gulerødder dertil små stegte kartofler og lammesky
- Vanilje creme brüle med brændt karamel serveret med jordbærsorbet, friske bær og krystaliseret hvid chokolade
.
Vínkúllarnir koma eisini at seta sín dám á.
Sum kvøldið líður verður ymiskt til undirhald, m. a. kemur kvinnubólkurin Suð at syngja nakrar sangir úr sínum fjølbroytta repertoire. Eisini verður skemt, felagssangur við harmonikutónum o.a.
Nú er ikki at halda seg aftur, tí her kunnu øll vera við. Atgongumerkið til Várbeiti kostar 625,- kr. (uttan drikkivøru). Send ein t-post til bindifestival@gmail.com ella ring til 744720 / 227036.
Dyrnar lata upp kl 18.30. Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld saman við tykkum.
Vinarliga
Fyrireikararnir