Hey allir stokkar
Setanin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. apríl kl. 19. Her byrjar 10ára haldi hjá Bindifestivalinum og øll eru vælkomin.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, setir BINDIFESTIVALIN 10 ár.
Forvitnisligur fyrilestur verður aftaná um læknan Sannu Dahl, sum var undangongukvinna í síni samtíð. Eisini verður festligur horntónleikur og ein dussur við góðari kaku.
Hóskvøldið verður Aftankvirra í Fuglafjarðar kirkju kl 20 við G.J.Mikkelsen, presti og Cantus Deo, sum fer at syngja og spæla. Kom og njót løtuna í kirkjuni í kvirru, við sangi og við urgutónum frá H. Kambsdal.
Leygarmorgunin kl. 11 verður ein øðrvísi fyrilestur við trimum kvinnum, hann verður á bókasavninum í Fuglafirði, har øll kunnu koma. Eisini sær eitt nýtt tiltak dagsins ljós leygarmorgunin. Tað er ”Túnarenning LIGHT”, sum byrjar við tilmelding kl 9 uttan fyri kirkjuna. Sjálv renningin, sum er fyri stór og smá, kvinnur og menn, byrjar kl 10.
Endaløtan hjá Bindifestivalinum, verður leygarkvøldið kl.18 í Mentanarhúsinum. Kom inn á gólvið og fá tær ein kaffimunn, tá vit siga farvæl og takk fyri hesa ferð. Ein og hvør er vælkomin.
Øll hesi tiltøkini eru almenn, so minst til at seta tær X í kalendaran hesar dagarnar.
—————–
Brellast tú eftir einum góðum bita á miðdegi meðan BINDIFESTIVALURIN er, hóast tú ikki ert á BINDIFESTIVALINUM, so ber kortini væl til at keypa við dyrnar um pláss er eftir. Vælkomin!
Ætlar tú tær á Bindifestvalin 10 ár; men ikki hevur keypa tær armband, verkstovu ella atgongd til 10 ára føðingardagsveitsluna, er møguleikin opin enn, so leingi sum pláss eru eftir.
Far inn á heimasíðuna hjá BINDIFESTIVALINUM www.bindifestival.com og bílegg tær atgongd, so frættir tú aftur frá okkum um gjalding. Frá týsdegnum 22. apríl kunnu atgongumerkir keypast við at ringja til 744720 ella við at koma til kunningardiskin, sum letur upp mikudagin 23. apríl kl. 17 í Mentanarhúsinum.
Bíløgd armbond og atgongumerki kunnu avheintast við kunningardiskin í Mentanarhúsinum frá mikudegnum 23. apríl kl 17.
Vælkomin á BINDIFESTIVALIN 10 ár. Vit gleða okkum at hitta teg.
Við bindikvøðu
Sólgerð og Jórun