BINDIFESTIVALURIN 2026

Tað er eins og tá tað brestir fyri nev – vit bíða spent, og so hendir tað alt í einum.

Altíð spennandi, tá dagurin upprennur, og man heilsast og hittir kend andlit aftur. Eisini eru fleiri, sum eru nýggj; men vit hittast, sum um vit altíð hava kenst – vit eru saman um at fara á BINDIFESTIVAL, og ein serligur stemningur er í luftini.

Fyri okkum, sum skipa fyri og hava arbeitt bæði intenst og miðvíst í mánaðir, er hetta eisini nakað serligt, tá dagurin upprennur og gestirnir, sum hava bílagt fyri langari tíð síðan, koma, – ja, tað er ein serlig løta.

Summarfuglar

…onkuntíð eru teir eisini í búkinum. Vænti bæði undirvísarar og luttakarar hava kent hesa støðuna, tá BINDIFESTIVALURIN stóð fyri durum. 

Hetta var vert at bíða eftir.

Ofta hevur verið frammi, bæði á skrift og í talu, at BINDIFESTIVALURIN í Fuglafirði er einasti festivalur, har menniskja er mittpunktið, og tí er hann so serligur.

Tað sæst eisini aftur í heilsanum og afturmeldingum fyri gestablídni og fitt fólk, tey hava møtt á leiðini. 

Takk fyri øll tit, sum hava hýst tiltøkunum – Tað er tykkum fyri at takka, tí tit hava tikið so væl ímóti gestunum og BINDIFESTIVALINUM sum heild. 

Stóra takk til fuglfirðingar.

Somuleiðis hjartalig takk til allar okkara undirvísarar, fyrilestrarhaldarar, ferðaleiðarar og hjálparfólk annars. Tað, ið tit hava lagt fyri dagin, er ikki so lítið. Vit heilsa tykkum við gomlu føroysku heilsanini “Guð vælsigni fingrarnar”. 

Eisini ein hjartans tøkk fyri allan fíggjarligan stuðulin, sum er ein av grundunum, at verkætlanin BINDIFESTIVALURIN 2026 kundi gjøgnumførast.

Takk øll somul fyri hjálp og stuðul.

Vinarliga

fyrireikararnir av BINDIFESTIVALINUM 2026

Steintóra Nesá og Jórun Eið Johannesen

— — —

Nakað av tí, ið gestirnir høvdu á orði:

“Vi er lige kommet hjem fra en helt fantastisk túr til Færøerne, hvor vi har holdt foredrag til en strikkefestival … så er det nok den hyggeligste festival man kan forestille sig. Det var fantastisk at opleve Færøerne – naturen, maden, og menneskerne”, skrivaði Strange Skov.

“Tað var deiligt at fáa regn og vind á seg í so vakrari náttúru, at síggja seyð og við góðum práti”, segði týski gesturin um kamino-túrin úti á Leirvíksvegnum. 

“Jeg har været til mange strikkefestivaler rundt omkring; men dette er den, jeg bedst kan lide. Her er deltagerne i centrum, ikke køb og salg”, segði ein donsk.

“Eg komi á BIDIFESTIVAL í Føroyum, tí eg vil læra nakað nýtt”, segði tann 93 ára gamla úr Íslandi.

“Takk fyri hesaferð, tað var fantastiskt. Vit koma aftur næstuferð”, søgdu fleiri.