Binditúrar á Bindifestivalinum 20. – 22. apríl 2023

Binditúrar á Bindifestivalinum 20. – 22. apríl 2023

Sum á øllum hinum undanfarnu festivalunum verða eisini túrar við í skránni hesaferð.

Tað verða 6 ymiskir túrar tilsaman, ein hvønn fyrrapart og ein hvønn seinnapart, allir við staðkendum ferðaleiðara. Teir eru so mikið lættir at ganga, at man saktans kann hava stokkarnar við á teim flestu.

Túrarnir eru bæði í bygdum og óbygdum øki, harafturat er ein á sjónum. Teir eru ymiskir til longdar, úr einum upp í tveir tímar.

Vilt tú ganga tann langa túrin upp á 2 t., so kom við “Niðan á Nón” og hygg út yvir allan vakurleikan. Nakað av mótbrekku er, so gott er, um man er lættur upp á sporið. Er hepnið við okkum, so síggja vit møguliga okkurt smálamb. Ferðaleiðarin hevur gingið teinin mangar ferðir og veit, hvar tey vøkru myndaevnini fáast í kassan.

Er áhugin til tað arkitektoniska, er “Ymisk húsasnið” eitt gott boð. Tað verður ein søgufróður maður, sum so livandi greiðir frá. Við væl valdum orðum leiðir hann okkum upp gjøgnum søguna, heilt frá aldargamlari húsabygging og til okkara dagar. Hesin túrurin tekur 1 t.

Ein annar túrur er eisini rúnt í býnum. Tað er “Listin í almenna rúminum”, ein mentanartúrur sum gevur okkum nakrar listarligu upplivingar. Frásøgumaðurin er bæði søgukønur og listakennari, og hann hevur nógv áhugavert at siga frá, so tann tímin gongur skjótt.

Sum nakað nýtt hesaferð verður ein pílagrímstúrur norður í Klemmuna. Á túrinum valdar friður og vit kunnu ganga í egnum tonkum eins og teir gomlu pílagrímarnir á sinni. Við á leiðini gevur prestur okkum nøkur væl vald orð at hugsa um. “Camino Klemman” tekur ein góðan tíma og er mest sum fram eftir sløttum.

Ein øðrvísi túrurin verður gingin burtur úr ferðsluni. Tað er “Trapputúrurin”. Í røttum skótaanda  ganga vit gjøgnum tún, eftir trappum og sniðgøtum, eins og gingið varð, áðrenn vegirnir komu. Eru knøini í lagi, er hetta ein stuttligur túrur, sum tekur um ein tíma.

Síðsti túrurin, sum eg skal nevna, er at fara heim á sandin at “Dyppa”. Hevur tú svimji- og handklæði við tær, so kom við og uppliv ta vátu natúruna. Kasta teg út í aldurnar og lat tær fevna teg. Hetta er ein forfrískandi løta aftur at øllum, sum vit hava uppliva, og sum Bindifestivalurin hevur givið. Tað er ein lokalur dyppari, sum verður við á túrinum. Aftan á henda fríska túrin bíðar hitastovan eftir okkum. 

Øll, sum hava keypt sær armband, kunnu koma við hesar túrarnar.

Armband og annað kann bíleggjast á www.bindifestival.com , her liggur eisini øll skráin hjá Bindifestivalinum.

Vit ynskja tykkum ein góðan túr.

Fyrireikararnir