Ein brellbiti

Sum vit sita her og kanna, hvørjir møguleikar liggja á borðinum framman fyri okkum, mugu vit sanna, at Bindifestivalurin 2024 fer ikki at standa aftan fyri hinar undanfarnu.

Tað er so stuttligt at síggja, hvussu dugnalig fólk eru og hvussu gleðiliga tey vilja læra sítt handverk víðari, so at  Bindifestivalurin kann leggja eina so fjølbroytta skrá av verkstovum.

Hesaferð fáa vit undirvísarar úr ymsum heraðshornum, bæði úr Grønlandi, Íslandi og Danmark umframt okkara stóra skara úr Føroyum.

Enn er skráin ikki løgd føst, men tað kunnu vit lova tykkum, at tað verður ríkiligt av møguleikum at velja ímillum. 

Uttan at avdúka alt enn, so kunnu vit siga so mikið, at á Bindifestivalinum 2024 kann man læra seg nógvar mátar at binda uppá, bæði nakrar gamlar kendar og nakrar nýggjar kreativar mátar. Man kann læra at brúka heklinálina og at tvinna saman seyming við binding. Av øðrum kunnu vit nevna, at vit fara at trykkja við plantum, nappa, karða og spinna harafturat at brodera, – og tey, sum vilja arbeiða við skinni, fáa nú ein gyltan møguleika at ogna sær bæði vitan og handalag. – Og hvør segði, at man bara kann ella skal binda við tógvi?

Vit gleða okkum at leggja Bindifestivalin 2024 fyri dagin.

Vinarliga

Fyrireikararnir