Kæru tit øll
Nú er gjørt klárt til fyrilestrar og gongutúrar.
Í ár verða eisini nógvir fyrilestrar at velja ímillum. Ikki færri enn 9 fyrilestrahaldarar við 10 ymiskum evnum, og teir allar flestu verða endurtiknir, so at tað skal verða møguligt at fara at lurta, tá tað liggur fyri hjá tær. Fyrilestrarnir verða hildnir annaðhvørt á donskum ella norðurlendskum máli.
Evnini eru fjølbroytt og spenna víða. Vit fara at hoyra um eitt konubrot í Týsklandi, sum tíverri misti bæði tign og støðu, tí maðurin doyði. Vit fáa innlit í, hvussu støðan var hjá føroysku kvinnunum uml. ár 1900, um teirra livikor og heimalív. Vit verða drigin inn í sorgina, sum brádliga kom í staðin fyri lívsjáttandi gleði.
Vit frætta eisini um, hvussu føroyingar hava matskaffað sær av tí, sum jørðin gevur, og hvussu konurnar hava totast fyri at fáa rokaligu børnunum klæðir upp á kroppin.
Um tú hevur ringa samvitsku, tí tú hevur fleiri stokkar liggjandi hálvlidnar, so hav gott mót, tí nú siga tey, at tað er so sunt. Eisini er tað gevandi fyri okkum at fara til fjals bæði her heima og uttanlands. Eitt annað, sum er gott, er, at øllum ikki nýtist at troka seg saman í stórbýnum, tí á smáplássunum er eisini gott at vera.
Um tú heldur, at man bara kann binda við tráði, so mást tú hugsa umaftur, tí bæði ull, skinn og annað gott tilfar er við til at økja um bindigleðina.
Fyrilestrarnir verða hildnir í fýra ymiskum hølum, sum øll eru í grannalagnum hjá Mentanarhúsinum. Fyri at koma inn at lurta, er neyðugt at hava keypt sær eitt Bindifestival-armband. Tað kanst tú bíleggja inni á okkara heimasíðu www.bindifestival.com. – Tó eru teir, sum eru á Bókasavninum, uttan armband (ókeypis, men avmarkað pláss).
So hevur tú hug at lurta, meðan tú venur tað, tú akkurát hevur lært, – ella tú bara bindur frið, so kom og set teg. Har man nokk onkur kaffidussur vera á kannuni.
-:-:-
Í ár hava vit 4 ymiskar túrar.
Ein túr hvønn fyrrapart og ein hvønn seinnapart. Túrarnir eru lættir at ganga og hava ferðaleiðara.
Á kaminotúrinum verður farið Innandals, ein túrur, við bæði mót- og undanbrekku, tó ikki meira enn so, at eru knø og lungu nøkulunda í ordan, so fer ikki at bila. Hesin túrurin er settur til 1½ t.
Teir næstu túrarnir taka uml. 1 t. Vit fara oman á sandin at dyppa á sjónum, skifta í einum neysti og hita okkum í sauna aftaná. Eitt serføroyskt fyribrigdi er at fara kajtúr, har vit spáka fram eftir sløttum, leggja leiðina norður á kajuna og ganga har í umhvørvinum, mgl. verður farið inn á eitt virki. Seinastur er trapputúrurin, sum er ein túrur húsanna millum eftir gøtum og gjøgnum trappur, eins og íbúgvarnir ganga fyri at stytta um leiðina.
Okkara bindicaféir standa opnar fyri okkara luttakarum.
Vælkomin til fyrilestrarnar og gongutúrar.
Bindifestivalinum í Fuglafirði
12. og 13. apríl 2024