Kæru tit øll, bindikonur, vinir og stuðlar hjá BINDIFESTIVALINUM.
Tað er við stórum takksemi, at vit kunnu læsa av og hefta endar, nú BINDIFESTIVALURIN 2025 er liðugur.
Tá vit kastaðu uppá og fóru undir fyrireikingarnar í septembur 2024, var tað ógvuliga langt at hyggja fram til aprílmánað. Tað var sum at fara undir eitt stórt gjøgnummynstrað teppi á stokki nr 2. Nógvar avtalur skuldu fáast upp á pláss og nógvir snøklar skuldu fáast í hús. Møtimikið, vil onkur halda; men fram um alt var tað spennandi og áhugavert at fáast við. Ein eyka tráður var eisini, at BINDIFESTIVALURIN bleiv 10 ár, og tað skuldi síggjast aftur í mynstrinum.
Hvussu hepnaðist so tað heila? Tað einfalda svarið er, at vit eru nøgdar.
Her á bonkarendanum er sinnið enn fult av gleði og takksemi. Takk fyri tykkara íkast, bæði stórt og smátt, sum ríkar og mennir BINDIFESTIVALIN.
Ein serlig tøkk til allar undirvísarar og fyrilestrahaldarar, somuleiðis takk til tykkum, ið løgdu hús til, so vit kundu hava verkstovur, – tykkum, ið opnaðu dyrnar, so vit fingu fyrilestrar, – tykkum, ið tóku móti liggjandi gestum, – og tykkum, ið vóru ferðaleiðarar á teim ymsu túrunum. Eisini ein hjartans tøkk til allar okkara fíggjarligu stuðlar, sum gjørdu tað møguligt at BINDIFESTIVALURIN kundi gjøgnumførast í 2025.
Tað stimbrar, tá tikið verður so væl ímóti. Tað merktu vit gjøgnum alla fyrireikingina og ikki minni meðan BINDIFESTIVALURIN var.
Hjartaliga takk øll somul.
Vegna BINDIFESTIVALIN 10 ár
Sólgerð Maria Joensen og Jórun Eið Johannesen