So var adventin her, og innidagarnir gerast fleiri. Kvøldini leingjast og vit taka okkum meira fyri innandura. Áhugavert er at fylgja við í miðlunum, har tað verður sagt, at tað, sum føroyskar kvinnur altíð hava vitað og praktiserað, nú er alheims niðurstøða: at við at sita og binda, kanst tú leggja ein strævnan dag frá tær og fáa frið í sinnið. Tí gleðir tað okkum, nú vit fyrireika komandi bindifestival, at áhugi er fyri bæði kendum og nýggjum tilfari. Stuttligt er at sita saman og hugleiða um tað søguliga: eina farna tíð, sum vit ikki vilja kom aftur til; men sum vit tó kunnu fáa so nógvan lívsvísdóm frá.
Í gomlum døgum bundu bæði konur og menn, og børnini lærdu at taka eftir, so skjótt, sum tey vóru før fyri tí. Hvørt einasta plagg á kroppinum fekk sítt skap á stokkunum.Ikki løgið, at fyrsta søluvøra, sum føroyingar fluttu av landinum, vóru bundin hosupør. Stakkals fótur, ið ikki átti eina hosu at smoyggja upp á seg.Eitt tema, sum vit fara at dvølja við á Bindifestivalinum, verður «okkurt upp á beinini». Vit fara at viðgerða tað á fjølbroyttan hátt, í ymsum pørtum og í nýggjum hami.
Til tykkum, sum vilja sikra tykkum atgongd til Bindifestivalin 2023: bíleggi á bindifestival@gmail.com ella ringi á tlfnr. 744720
Prísir og tilboð: Á heimasíðu okkara www.bindifestival.com finnur tú allar prísir og jólatilboð.Við BindikvøðuBindifestivalurin í FuglafirðiFyrireikararnir Steintóra, Sólgerð og Jórun