0.01 EINANS fyri UNG Bint og hekla scrunchies
Á hesi verkstovuni sniðgeva vit og gera litrík scrunchies til hárið. Tú kann binda, hekla ella bæði binda og hekla. Verkstovan er til øll, eisini tey, sum ikki eru von við at binda.
Hafdís Bjarnadóttir er el-gittaristur og tónaskald við støði í jazz- og kompositiónstónleiki. Hon hevur útbúgvið seg í ymsum hondarbeiði hjá Heimilisiðnaðarfèlag Íslands og er sera áhugað í gomlum íslendskum hondverki. Hafdís hevur brúkt hondarbeiði í sínum kompositiónsverkum og hevur m.a. umsett bindiuppskrift til tónleik fyri symfoniorkestur. Aðrar upplýsingar eru á www.hafdisbjarnadottir.com
instagram: https://www.instagram.com/handavinnudis/
Info
Undirvísari: Hafdís Bjarnadóttir
Høli: Ungdómshúsið í fuglafirði
Bakkavegur 34
Nær: Mikudag kl. 19-22
Torleikastið: Fyri øll
Mál: IS, DK, EN og lidt FO
At hava við
Forskellige farvede garnrester (fint garn), passende strikkepinder og heklenåle, nål, saks og store hårelastiker for at sætte ind i schrunchierne. Man kan strikke frem og tilbage, eller i cirkel med en kort cirkelpinde.
1.01 Vaflubinding (smockstrikning)
Á hesi verkstovuni fara vit at binda vaflubinding (smockstrikning)
Sum 6 ára gomul lærdi omma mín meg at binda. Eg havi havt nógv frítíðarítriv, og har hevur binding verið ein náttúrligur partur. Eg havi arbeitt sum lærari alt mítt lív, tó ikki sum handarbeiðslærari. Eg havi tó brúkt møguleikan at læra skúlabørnini at binda. Nú havi eg betri tíð at sita við stokkum, og tað dámar mær væl. Mær dámar væl at læra ymiskt nýtt.
Info
Undirvísari: Anna Rúna Jakobsen
Høli:
Nær: Fríggjadag 9-12
Torleikastið: Fyri øll, sum duga at binda.
– tú skalt duga at binda vanligt
Mál: FO og DK
At hava við
Tógv og stokkar
1.02 Gera noða úr restum og ymiskir knútar
Kom og fá íblástur og góð ráð um hvussu tú kanst brúka tínar restir. Lær teg at gera ymiskar knútar, alt eftir, hvat tú ætlar tær at brúka títt restnoða til.
Eg eiti Dagmar Beder. Síðan eg var barn, havi eg brúkt nógva tíð til ymiskt handaligt, bæðí í mínari frítíð og í mínum arbeiði.
Eg havi arbeitt í barnagarðinum í Fuglafirði, á Verkhúsinum Stíggi og nú á Serbreytini á Glasi. Eg havi brúkt míni kreativu evnir størsta partin av mínum arbeiðslívið.
Eg havi gingið á Nykøbing Falster Håndarbejdsskole. Og mær dámar væl at fara á smærri handalig skeið.
Eg havi sniðgivið fyri Navia. Eg undirvísi í binding á kvøldskúlanum í Fuglafirði. Eg havi havt verkstovur á øllum Bindifestivalunum, sum hava verið í Fuglafirði og Hellunum. Frítíðin verður í stóran mun brúkt til at binda, hekkla, brodera og seyma.
Instagram: Dagmar Beder
Info
Undirvísari: Dagmar Beder
Høli:
Nær: Fríggjadag kl.14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og nordisk
At hava við
Restir av ymiskum tógvi í nógvum litum, allar restir kunnu brúkast. Stokkar, sum hóska til tógvi.
1.03 Spinn við handsnældu nýtt tógv av restum og kliptum endum.
Kliptir endar og restir mugu ikki fara til spillis, tí tey kunnu spinnast umaftur, og vit fáa eitt spennandi úrslit. – Tað er tað, vit fara at gera á hesi verkstovuni! Tað er ein fyrimunur, um tú hevur spunnið fyrr, men hevur tú ikki tað, so vísi eg tær, hvussu man spinnur á handsnældu.
Eg eri útlærd hondarbeiðslærari við veving sum høvuðsfaki og spinning sum eitt av mínum hjáfakum. Tað, at eg eri so bergtikin av vovnum hondverki, hevur leitt meg víða um í heiminum, havi m.a. undirvíst á vevskúla í Tanzania og á fólkaháskúla í Norra. Hesi seinastu árini havi eg fingist nógv við binding og við at prenta við plantum saman við siðbundnari plantuliting.
Info
Undirvísari: Anne Marie Nielsen
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Øll
Mál: Dansk, “blandinavisk” og engelsk.
At hava við
Handsnældu, karðar, ymsar restir, ellubitar, endar og ull. Eg havi handsnældur og nakrar fáar karðar, sum tú kann lána.
1.04 Bint burðardygt við plasti
Brúka tær restir, sum tú hevur, um tað so er ein beriposar ella gamalt klæði (t.d. blusa, skjúrta, dúkur), kanst tú klippa tað í álir og binda okkurt stuttlig. Á hesi verkstovuni sleppur tú at binda við plast-beriposum.
Liv Aurora Jensen er útlærd sum grafikari, fotografur og klædnaformgevi. Hon hevur fingist við ymiskt skapandi alt frá barnsbeini. Hon kann ger tingini upp á sín egna máta og ofta gongur hon burtur frá tí vanliga. Liv Aurora er fødd í Grønlandi, býr í Nuuk saman við manninum, har hon hevur sína egnu fyritøku “inuk Design” við list, listahondverki og formlist.
Info
Undirvísari: Liv Aurora Jensen
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Øll
Mál: DK
At hava við
Fra pind 3 til 4,5. Hvis du har brugte plastikposer at en slags. Jeg medbringer nogle få plastikposer, men bedst hvis du har med selv.
1.05 Spinn tín egna trá á lítla strá
Á Bindifestivalinum spinnur tú tín egna trá á lítla strá. Vit karða og spinna vistfrøðiliga ull av Borðuni í Nólsoy. Á verkstovuni í hugnaligum umhvørvi hoyrir tú um og arbeiðir við í serstøku Føroysku ullini. Eg eri á Facebook við Vevstovuni í Nólsoy
Eg eiti Guðrun, eri útbúgvin vevi og spinni lærari í 1990, á Skolen for hverdagskunst í Kerteminde.
Eg arbeiði ½ tíð á dagstovni, restina av tíðini drívi eg Vevstovuna í Nólsoy. Har eg vevi og spinni, eg havi stóran áhuga í føroysku ullini.
Info
Undirvísari: Guðrun Sundar Hansen
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll.
Mál: FO, DK og EN
At hava við
50 kr. fyri ullina
1.06 Spinn tín egna trá á lítla strá

1.07 Lær at kvilta bundið
Brúka tínar restir, Vit binda ein punt og læra at kvilta bundið.
Eri handarbeiðslærari, búgvi á Syðradali K.
Undirvísi í Klaksvík á Húsarhaldsskúlanum, Handarbeiðsskúlanum og summarskeið á Syðradali, og arbeiði nógv við kirkjuklæðum og brodering til tjóðbúnan og havi givið 4 bøkur út.
Info
Undirvísari: Paulina M. K. Eliasen
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll.
Mál: FO og DK
At hava við
Tógvrestir, tilhoyrandi stokkastødd, nál, trillutrá og saks. 10 kr til kviltatoy
1.08 Vit lita tógv og klæði í mikroovn
Á hesi verkstovuni royna vit at lita tógv og pløgg í mikroovni á ymsar mátar. Um tú hevur eina troyggju, sum hevur fingið plettar, ella gamalt ljóst tógv, tær ikki dámar, so er tað ein uppløgd verkstova fyri teg: Vit fara eisini at gera litmynstur í bummullsklæði við shibori-mátanum. Kom við, um tú vilt royna teg við endurnýtslutilfari og spæla frítt við vevnaði, tógvi og liti.
Hafdís Bjarnadóttir er el-gittaristur og tónaskald við støði í jazz- og kompositiónstónleiki. Hon hevur útbúgvið seg í ymsum hondarbeiði hjá Heimilisiðnaðarfèlag Íslands og er sera áhugað í gomlum íslendskum hondverki. Hafdís hevur brúkt hondarbeiði í sínum kompositiónsverkum og hevur m.a. umsett bindiuppskrift til tónleik fyri symfoniorkestur. Aðrar upplýsingar eru á www.hafdisbjarnadottir.com
instagram: https://www.instagram.com/handavinnudis/
Info
Undirvísari: Hafdís Bjarnadóttir
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll.
Mál: IS, DK, EN og lidt FO
At hava við
100 DKK fyri liting. Luttakararnir skulu hava ljóst tógv ella ljós pløgg við sær at lita. Tað kann gott vera okkurt gamalt hondarbeiði, sum er rakt uppaftur ella eitt gamalt plagg, so vit kunnu brúka tilfarið umaftur. Tað kemur væl við, um tú hevur eina fína nál, tráð og saks við tær (at gera mynstur við litinum).
1.09 Herringbon/ sildabein
Á verkstovuni læra vit at binda sildabein (herringbone) aftur og fram. Um tað gongur væl, so binda vit kanska eisini runt, t.d. ein skóleist við sildabeini. Verkstovan hóskar væl til tín, sum dugir vanliga at binda, - er eitt sindur trupul fyri nýbyrjarar.
Hafdís Bjarnadóttir er el-gittaristur og tónaskald við støði í jazz- og kompositiónstónleiki. Hon hevur útbúgvið seg í ymsum hondarbeiði hjá Heimilisiðnaðarfèlag Íslands og er sera áhugað í gomlum íslendskum hondverki. Hafdís hevur brúkt hondarbeiði í sínum kompositiónsverkum og hevur m.a. umsett bindiuppskrift til tónleik fyri symfoniorkestur. Aðrar upplýsingar eru á www.hafdisbjarnadottir.com
instagram: https://www.instagram.com/handavinnudis/
Info
Undirvísari: Hafdís Bjarnadóttir
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO, DK og EN
At hava við
Tógv og stokkar, sum helst skulu vera eini 2-3 nr grovari enn til tógvið. Hav nokk av stokkum við, bæði til aftur og fram og til runt
1.10 Dupultbinding
Dupultbinding, er sum orðið eisini leggur upp til – tú bindur báðar síðurnar samstundis og tær blíva eins. Hetta er ógvuliga spennandi bindiháttur og tá plaggi er liðugt at binda, er sum so eingin ranga og bert nakrir fáir endar at hefta. Plaggið blívur sera snøgt.
Eg eiti Linda á Marknagili Debes og eri útbúgvin námsfrøðingur.
Nógv av míni frítíð brúki eg til hándarbeiði, tó brúki eg mest tíð uppá at binda. Eg fáist eisini við at brodera, seyma og hekla.
Eg havi altíð verði forvitin eftir at royna nýggjar avbjóðingar, og tískil havi eg roynt nógv innanfyri tað kreativa. At binda er tó mítt høvuðshándarbeiði, og bindi eg ofta egin snið, eg finni íblástur har eg eri og tillagið mynstur og annað til mítt egna.
Info
Undirvísari:Linda á Marknagili Debes
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll, men man skal duga at binda.
Mál: FO og DK/skandinavisk
At hava við
Stokkar og hóskandi tógv, gjarna stokkar str 4-5 og tilsvarnadi tógv. Tógvi má tó ikki vera loðið tógv.
1.11 Lær at hekkla og brúka allar restirnar tú eigur.
Tú kanst hekkla tær eitt BALLI teppi úr restinum. Lær at seta saman alt tað tógv, sum tú hevur. Hvussu seti eg allir litir saman, so teir hóska? Og hvussu seti eg tjúkt og tunt tógv saman? Bert hugflogið setir greinsir. Hendan verkstovan er fyri øll, eisini tey sum ongantíð hava lært ella funnið gleðina við at hekkla.
Mær hevur altíð dáma væl at arbeitt við handverki og kreativum loysum.
Eg dugdi at binda sum 5 ára gomul. Síðani tá havi eg ikki helma í. Havi hekklað, seymað, smíðað og urtagarðs arbeiði heilt frá barni av.
Altíð havi eg trivist væl, har eingi mørk blivu sett, so hugflogið sleppur at sveima.
Eri eisini ein av stovnaðarunum av Bindifestivalinum. Mín leiklutur til hendan Bindifestivalin er at undirvísa.
Info
Undirvísari: Steintóra Nesá
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO og norðurlendsk
At hava við
Tógv restir ella ellibitar – ullintar. Hekklinál 3,5 og 4,5
1.12 Vevbinding
Kom og royn teg Vevbinding er ein stuttlig, øðrvísi og løtt binding Í vevbinding kann tað síggja út, sum um mynstrini verða bundin við tveimum ella fleiri litum á sama umfari. Men í veruleikanum, so verður bert bundið við einum liti í senn, akkurát, sum tá man bindur strípur Effektin líkist ómetaliga nógv jaquardbinding, tó uttan roksið við at binda við tveimum ella fleiri litum á sama stokki Mynstrini innan vevbinding verða, sum oftast bundin aftur og fram og bert bundin við einum liti í senn – sum oftast tvey umfør av hvørjum liti. Nøkur av mynstrunum minna um mynstur innan veving.
Tey seinastu árini havi eg m.a undirvíst innan kreativa hondbinding, og eisini sjálv skipa fyri ymsum skeiðum innan øðrvísi binditeknikkir, fyrilestrum, eins og bindicafé’um.
Eg havi, so langt eg kann minnast, altíð bundið og sitið við kreativum uppgávum og hugskotum
Eg havi eisini arbeitt hjá Navia og havi verið leiðari á Visitnordoy.
Eg havi altíð gingið nógv í fjøllunum, og er tað serligani har, eg fái mín íblástur, litsamansetingar og kreativu hugskot.
Facebook: JAMM design
Instagram: jamm.design
Info
Undirvísari: Maiken Steinberg
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll og víðarikomin
Mál: FO, DK, EN, DE
At hava við
50 kr. fyri tilfarð Tógv, min. 2 litir og stokkar
1.14 Bundnaturriklæð
Ein vegleiðing til hvussu tað føroyska sjalli verður bundið. Hvussu mynstri skal bindast í og hvussu ymisk sløg av tógvi ávirka útsjóndina av sjallinum.
Eg eri búsitandi í Fuglafirði, og havi verið ein av føstu undirvísarunum á Bindifestivalinum, síðani hann byrjaði.
Eg eri uppvaksin við handarbeiði – bæði binding, hekkling, brodering og seyming. Tó er tað bindingin, ið tíðin mest verður brúkt til.
Binding er ein týdningarmikil partur í mínum dagligdegi, sum annars er ógvuliga fullur við arbeiði, politikki og sangi.
Bindifestivalurin hevur víst mær, at undirvísing eisini er nakað, sum mær dámar serliga væl og eg gleði meg til verkstovurnar á bindifestivalinum í 2024.
Info
Undirvísari: Gudny Vang
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Víðarikomin. Ógvuliga umráðandi at skeiðsluttakara eru víðarikomin innan holbinding/kunstbinding.
Mál: FO, DK, EN
At hava við
tógv svarandi 2-tráða Snældugarn ella Navia Duo og rundstokk nr 5-7mm
1.16 EINANS fyri ung Vit lita tógv og pløgg í mikroovni
Á hesi verkstovuni royna vit at lita tógv og pløgg í mikroovni á ymsar mátar. Um tú hevur eina troyggju, sum hevur fingið plettar, ella gamalt ljóst tógv, tær ikki dámar, so er tað ein uppløgd verkstova fyri teg: Vit fara eisini at gera litmynstur í bummullsklæði við shibori-mátanum. Kom við, um tú vilt royna teg við endurnýtslutilfari og spæla frítt við vevnaði, tógvi og liti.
Hafdís Bjarnadóttir er el-gittaristur og tónaskald við støði í jazz- og kompositiónstónleiki. Hon hevur útbúgvið seg í ymsum hondarbeiði hjá Heimilisiðnaðarfèlag Íslands og er sera áhugað í gomlum íslendskum hondverki. Hafdís hevur brúkt hondarbeiði í sínum kompositiónsverkum og hevur m.a. umsett bindiuppskrift til tónleik fyri symfoniorkestur. Aðrar upplýsingar eru á www.hafdisbjarnadottir.com
instagram: https://www.instagram.com/handavinnudis/
Info
Undirvísari: Hafdís Bjarnadóttir
Høli:
Nær: Fríggjadag kl. 19-22
Torleikastið: Fyri øll
Mál: IS, DK, EN og lidt FO
At hava við
100 DKK fyri liting. Luttakararnir skulu hava ljóst tógv ella ljós pløgg við sær at lita. Tað kann gott vera okkurt gamalt hondarbeiði, sum er rakt uppaftur ella eitt gamalt plagg, so vit kunnu brúka tilfarið umaftur. Tað kemur væl við, um tú hevur eina fína nál, tráð og saks við tær, so tú kann gera mynstur.
2.01 Plantuprent á akvarellpappír
Fá innlit í tann umhvørvisvinaliga mátan at trykkja uppá, tað er ECO-print/plantutrykking, og ger títt egna trykk á akvarellpappír við bløðum og blomstrum úr nærumhvørvinum. Vit fara ein stuttan túr at leita eftir bløðum og øðrum grønum at trykkja við. Aftaná fara vit innaftur at gera pappírið klárt, og síðan gera vit tey vøkru plantutrykkini. Tað er ikki neyðugt at duga nakað áðrenn.
Eg eri útlærd hondarbeiðslærari við veving sum høvuðsfaki og spinning sum eitt av mínum hjáfakum. Tað, at eg eri so bergtikin av vovnum hondverki, hevur leitt meg víða um í heiminum, havi m.a. undirvíst á vevskúla í Tanzania og á fólkaháskúla í Norra. Hesi seinastu árini havi eg fingist nógv við binding og at prenta við plantum saman við siðbundnari plantuliting.
Info
Undirvísari: Anne Marie Nielsen
Høli:
Nær: Leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Dansk, “blandinavisk” og engelsk.
At hava við
Ein saks, eitt gamalt handklæði og nakrar klárar plastposar (vanligar frystiposar).
2.02 Lær at brodera falska veving
Lær at brodera falska veving eftir teimum gomlu bindimynstrunum t.d. fyriklæði til fø búnan, prøvar.
Eri handarbeiðslærari, búgvi á Syðradali K.
Undirvísi í Klaksvík á Húsarhaldsskúlanum, Handarbeiðsskúlanum og summarskeið á Syðradali, og arbeiði nógv við kirkjuklæðum og brodering til tjóðbúnan og havi givið 4 bøkur út.
Info
Undirvísari: Paulina M. K. Eliasen
Høli:
Nær: Leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO og DK
At hava við
50kr fyri tilfar
2.03 Restir og vevbinding
Kom og fá vegleiðing í at brúka tínar restir og lær eitt sindur um vevbinding. Vit fara at binda onkran prøva og luttakararnir fáa eina uppskrift uppá eina húgvu, bundin úr restum.
Eg eiti Dagmar Beder. Síðan eg var barn, havi eg brúkt nógva tíð til ymiskt handaligt, bæðí í mínari frítíð og í mínum arbeiði.
Eg havi arbeitt í barnagarðinum í Fuglafirði, á Verkhúsinum Stíggi og nú á Serbreytini á Glasi. Eg havi brúkt míni kreativu evnir stórsta partin av mínum arbeiðslívið. Eg havi gingið á Nykøbing Falster Håndarbejdsskole. Og mær dámar væl at fara á smærri handalig skeið. Eg havi sniðgivið fyri Navia. Eg undirvísi á kvøldskúlanum í Fuglafirði í binding. Eg havi havt verkstovur á øllum Bindifestivalunum, sum hava verið í Fuglafirði (og Hellunum).
Frítíðin verður í stóran mun brúkt til at binda, hekkla, brodera og seyma.
Instagram: Dagmar Beder
Info
Undirvísari: Dagmar Beder
Høli:
Nær: Leygardag kl 9-12
Torleikastið: Fyri øll.
Mál: Føroyskt og nordisk
At hava við
Tógvrestir í ymsum litum og tjúgdum. Og stokkar, sum hóska til tógvi.
2.04 Situr tú føst í Metusalem?
Hevur tú eitthvørt hondarbeiði, sum tú ert steðga upp við? Bindir tú eina troyggju, sum er komin upp undir hond, men so ikki finnur út av at koma víðari ? Skilir tú ikki uppskriftina ? Ella er eitt øgiligt óskil í bindiskuffuni, sum tú heldur vil hava okkurt vakurt burturúr? So er hetta verkstovan fyri teg. Vit hjálpa tær í gongd aftur, fáa glið á. Eisini kunnu vit fáa skil á hurlivasan av restum, so okkurt gott og vakurt kemur burturúr.
Hafdís Bjarnadóttir er el-gittaristur og tónaskald við støði í jazz- og kompositiónstónleiki. Hon hevur útbúgvið seg í ymsum hondarbeiði hjá Heimilisiðnaðarfèlag Íslands og er sera áhugað í gomlum íslendskum hondverki. Hafdís hevur brúkt hondarbeiði í sínum kompositiónsverkum og hevur m.a. umsett bindiuppskrift til tónleik fyri symfoniorkestur. Aðrar upplýsingar eru á www.hafdisbjarnadottir.com
instagram: https://www.instagram.com/handavinnudis/
Info
Undirvísari: Hafdís Bjarnadóttir
Høli:
Nær: Leygardagur kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll.
Mál: IS, DK, EN og lidt FO
At hava við
Luttakararnir kunnu gott taka okkurt við sær, sum teir eru strandaðir við, (eitthvørt bundið, hekklað ella broderað; men ikki nakað, sum man skal brúka seymimaskinu til). Eisini kann man hava við sær okkurt, sum kann/ skal rekjast uppaftur, restir ella ellubitafløkjur. Harafturat stokkar í ymsum støddum, heklinál, saks, nál ella annað, sum kanska verður brúk fyri.
2.05 Skapandi umvælingar
Alt ov nógv pløgg verða tveitt burtur, tí tey hava fingið eitt hol ella ein keðiligan plett, í staðin fyri at bøta upp á tey við einum skapandi máta. Ofta kann plaggið blíva penari og meira áhugavert enn tað var áðrenn. Kom og royn ymsar mátar at gera tað bundna ella onnur klæði í stand aftur. Síggj, hvussu man við hond kann skapa eitt listavert burtur út t.d. sokkum, troyggjum ella buksum.
Hafdís Bjarnadóttir er el-gittaristur og tónaskald við støði í jazz- og kompositiónstónleiki. Hon hevur útbúgvið seg í ymsum hondarbeiði hjá Heimilisiðnaðarfèlag Íslands og er sera áhugað í gomlum íslendskum hondverki. Hafdís hevur brúkt hondarbeiði í sínum kompositiónsverkum og hevur m.a. umsett bindiuppskrift til tónleik fyri symfoniorkestur. Aðrar upplýsingar eru á www.hafdisbjarnadottir.com
instagram: https://www.instagram.com/handavinnudis/
Info
Undirvísari:Hafdís Bjarnadóttir
Høli:
Nær: Leygardagur kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál:IS, DK, EN og lidt FO
At hava við
Bundið og/ella anna klæði, sum skal gerast í stand við hond, ymiskt tógv- og/ ella toyrestir, sum passa til, hóskandi nál og saks. Vit brúka ikki seymimaskinu á verkstovuni. Vit gera heldur ikki innviklaðar ábøtur, bara einfaldar loysnir við hond.
2.06 Hekkla ein kant....
Nú rákið er at endurnýta og fara væl um tað, sum vit hava – so er henda verkstovan eitt gott høvi til tess, umframt at tað prýðir um. Tað er so hugnaligt, tá køkstingini verða markeraði við bordum ella blondum. Knappliga fekk gamla viskustykkið, sum hevði langar og nógvur søgur at siga frá fekk eitt virði afturat. Og hitt viskustykki, sum tú keypti fyri 15 kr. bleiv til ein prýðislut. Tú kanst seta tín dám á títt plagg.
Mær hevur altíð dáma væl at arbeitt við handverki og kreativum loysum.
Eg dugdi at binda sum 5 ára gomul. Síðani tá havi eg ikki helma í. Havi hekklað, seymað, smíðað og urtagarðs arbeiði heilt frá barni av.
Altíð havi eg trivist væl, har eingi mørk blivu sett, so hugflogið sleppur at sveima.
Eri eisini ein av stovnaðarunum av Bindifestivalinum. Mín leiklutur til hendan Bindifestivalin er at undirvísa.
Info
Undirvísari: Steintóra Nesá
Høli:
Nær: Leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll.
Mál: FO og norðurlendsk
At hava við
2 viskustykki. Tunnan tráð (skal verða tynrið enn 8), at hekkla við. Fína hekklinál, sum passar til tráðin. Nál (miðal) at seyma við.
2.07 Být um, blanda og bint
Vit fara at binda úr restum, tú lærir binda við nógvum litum í senn, at seta litir saman og eitt sindur um tilfar. Tú lærir ymiskar bindiháttir. Fyri at fáa sum mest bruturúr, er ætlanin at vit býta um restir. Tak okkurt við, sum tú vil av við ella ikki veit hvat tú skal brúka tað til. Møguliga fær tú býtt um við okkurt sum passa betur til tína bindivetkætlan.
Eri útbúgvin hondarbeiðslæarari í 1985. Havi undirvíst í skapandi lærugreinum á Føroyar Fólkaháskúla í nærum 30 ár. Havi somuleiðis undirvíst á Húsarhaldsskúla Føroya, í kvøldskúlum, Grøna Háskúlanum, á Bindifestivalum og á fleiri øðrum skeiðum. Í dag starvist eg á skapandi verkstovuni hjá Dugna, umframt at eg havi mín egna endurnýtsluverkstað, Elinsa.
Info
Undirvísari: Elin Lindenskov
Høli:
Nær: Leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll..
Mál: FO, DK
At hava við
Tógv allar tjúgdir og øll sløg Stokkar, eingin ávís stødd, tó gott um tú hevur rundstokk stødd 6, 7 ella 8 Tógv til egið brúk og tógv at býta um við. Um tú hevur trilluttáð liggjandi, sum tú ikki brúkar at seyma við, tak hann við, kanska tú kann brúka hann at binda við. 50 – 100 kr fyri møguligt tilfar.
2.08 Nýggja rond, nýggjan leist ella bøt/bint eitt hol
Tú lærir at taka rondina av eini troyggju og leistin av hosunum og kasta nýtt uppá. Um tú heldu vil bøta holi kann tú binda tað aftur ella seyma tað so tað sær út sum bundið.
Eri útbúgvin hondarbeiðslæarari í 1985. Havi undirvíst í skapandi lærugreinum á Føroyar Fólkaháskúla í nærum 30 ár. Havi somuleiðis undirvíst á Húsarhaldsskúla Føroya, í kvøldskúlum, Grøna Háskúlanum, á Bindifestivalum og á fleiri øðrum skeiðum. Í dag starvist eg á skapandi verkstovuni hjá Dugna, umframt at eg havi mín egna endurnýtsluverkstað, Elinsa.
Info
Undirvísari: Elin Lindenskov
Høli:
Nær: Leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO, DK
At hava við
Hevur tú eitt plagg liggjandi við slitnari rond ella er leisturin á sokkunum/hosunum slitin, so taka tað við. Tú kann eisini taka okkurt plagg við, sum hevur hol, sum tú ynskir at bøta, so tað ikki sæst ella skal tað síggjast. Tak tað við, so finna vit uppá okkurt. Um tú einki hevur liggjandi, gera vit onkrar royndir. Tógv, sum hóskar til tað tú ætlar at gera Stokkar, sum passa til tað tú hugsar at gera Stoppinál, saks 20 - 100 kr. fyri møguligt tilfar.
2.09 Binda við skinni
At binda við skinni gevur eitt stuttligt og øðrvísi úrslit. Tú kanst brúka tað um t.d. ermar ella hálsin. Ymsir mátar geva fjølbroyttar pelsar.
Liv Aurora Jensen er útlærd sum grafikari, fotografur og klædnaformgevi. Hon hevur fingist við ymiskt skapandi alt frá barnsbeini. Hon kann ger tingini upp á sín egna máta og ofta gongur hon burtur frá tí vanliga. Liv Aurora er fødd í Grønlandi, býr í Nuuk saman við manninum, har hon hevur sína egnu fyritøku “inuk Design” við list, listahondverki og formlist.
Instagram: inuk_design
Facebook: inukDesign
Info
Undirvísari: Liv Aurora Jensen
Høli:
Nær: leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: DK
At hava við
Reiðan pening (DDK) til at keypa álir av skinni. Longdir uml. 1 m. (longri ella styttri). Hvør ál kostar 65,- DDK (Kan gjaldast við MobilePay?) Stokkar úr stødd 4,5 og upp í 25. Vanligt tógv, sum passar til stokk 4,5
2.10 Hegni at binda við ull, so tað sær út sum ein pelsur.
At binda ein pels við karðaðari ull ella tógvi tjúkt sum tummilin gevur troyggjuni eitt heilt øðrvísi úrslit. Antin alt beristykkið ella bara ymsastaðni á troyggjuni. Kanska er stuttligt at binda eina tasku?
Liv Aurora Jensen er útlærd sum grafikari, fotografur og klædnaformgevi. Hon hevur fingist við ymiskt skapandi alt frá barnsbeini. Hon kann ger tingini upp á sín egna máta og ofta gongur hon burtur frá tí vanliga. Liv Aurora er fødd í Grønlandi, býr í Nuuk saman við manninum, har hon hevur sína egnu fyritøku “inuk Design” við list, listahondverki og formlist.
Instagram: inuk_design
Facebook: inukDesign
Info
Undirvísari: Liv Aurora Jensen
Høli:
Nær: leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál:DK
At hava við
Stokkar frá stødd 4,5 Vanligt tógv, sum passar til stokk 4,5 Hevur tú vaskaða ull, so tak hana við, annars havi eg eitt sindur, so man kann binda onkrar prøvar.
2.11 Patent í tveimum litum
Lær at binda patent við 2 litum. Við hesum førleikanum gevur tað tær møguleika til spæl við serstøkum mynstri bæði til troyggjur, turriklæði ella hvat annars verið bundi.
Eg eri búsitandi í Fuglafirði, og havi verið ein av føstu undirvísarunum á Bindifestivalinum, síðani hann byrjaði.
Eg eri uppvaksin við handarbeiði – bæði binding, hekkling, brodering og seyming. Tó er tað bindingin, ið tíðin mest verður brúkt til. Binding er ein týdningarmikil partur í mínum dagligdegi, sum annars er ógvuliga fullur við arbeiði, politikki og sangi. Bindifestivalurin hevur víst mær, at undirvísing eisini er nakað, sum mær dámar serliga væl og eg gleði meg til verkstovurnar á bindifestivalinum í 2024.
Info
Undirvísari: Gudny Vang
Høli:
Nær: leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO, DK, EN
At hava við
2 ymiskar litir. Best um litirnir víkja frá. Ikki neyðugt at tógvi er sama tjúkd.
2.12 Skuggabinding
Skuggabinding er ein stuttlig, spennandi og øðrvísi binding, ið setur gongd á hugflog, skapanarhug, litsamansetingar og undran. Skuggabinding, ið hevur sín uppruna í Japan, er ikki nakar gamal binditeknikkur. Hetta slag av binding verður kallað skuggabinding, tí at mynstri ella motivið, eins og ein skuggi, ikki altíð er sjónligt. Skuggabinding er ein heilt einfaldur binditeknikkur, men við einum bergtakandi úrsliti, og har undran er stórsta gleðin. Grundleggjandi byggir skuggabinding á røtt og rang eygu, tvs tað verður bert bundið rætt og rangt, og sum oftast við tveimum litum. Einum botnliti og einum mynsturliti. Skuggabinding verður ein skjótt hugtikin av, og óendaligir møguleikar latast upp fyri einum. Í hesi verkstovu fært tú innlit í ein spennandi arbeiðshátt, har tú bindur eitt motiv, ið einans er sjónligt frá ávísum vinklum.
Tey seinastu árini havi eg m.a undirvíst innan kreativa hondbinding, og eisini sjálv skipa fyri ymsum skeiðum innan øðrvísi binditeknikkir, fyrilestrum, eins og bindicafé’um.
Eg havi, so langt eg kann minnast, altíð bundið og sitið við kreativum uppgávum og hugskotum
Eg havi eisini arbeitt hjá Navia og havi verið leiðari á Visitnordoy.
Eg havi altíð gingið nógv í fjøllunum, og er tað serligani har, eg fái mín íblástur, litsamansetingar og kreativu hugskot.
Facebook: JAMM design
Instagram: jamm.design
Info
Undirvísari: Maiken Steinberg
Høli:
Nær: leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll og víðarikomin.
Mál: FO, DK, EN, DE
At hava við
50 kr. fyri tilfarð Tógv, min. 2 litir og stokkar