Sí skrá yvir verkstovur her: skrá-verkstovur
Vel verkstovu her: skráset



1.01 Lær at binda boblur

Eg eiti Kristianna á Túgvu og búgvi í Streymnesi.
Mítt størsta frítíðarítriv er hondarbeiði av ymiskum slag. Seyming og brodering. Tó er at litað tógv og binding tað, sum mær dámar allar best.
Tað allar besta er at finna uppá okkurt nýtt og annarleiðis við ymiskari tógv góðsku og litspæli. Soleiðis, at tað hondbundna plaggi er serstakt.
Info
Undirvísari: Kristianna á Túgvu
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl.9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt, danskt og enskt.
At hava við
Tógv og stokkar, sum passa til tógvi



1.02 Nálabinding fyri víðarikomin
Treytað av, hvat luttakararnir vilja læra, kunnu vit gera nógvar ymiskar stingir. Tit kunnu kasta uppá til vøttir, húgvu, sokkar ella byrja upp á okkurt um hálsin.

Eg eri úr Niðurlondum; men flutti til Norra í 2005. Eg var lærari í mong ár, nú eri eg vikarur fyri tilkomin. Eg havi verið áhugað í hondarbeiði síðan eg var lítil. Í 2008 lærdi eg m.a. nálabinding og havi síðan fingist við tað. Í 2015 – 16 las eg “Tekstilkultur 1 og 2” og skrivaði eina uppgávu um nálabinding. Umframt at vera lærari, havi eg skeið í nálabinding og brikkveving.
Info
Undirvísari: Andrea Tebbenhoff
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri víðarikomin
Mál: Tosi: NO, EN, NE
Skilji: DA, SV, DE
At hava við
Eg rokni við, at tit, sum eru víðarikomin, eiga tykkara egnu nál, so gott um tit hava hana við. Havi eisini ullint tógv at binda við.



1.03 Følsk veving
Vit brúka tey gomlu bindimynstrini at brodera eftir, til fyriklæði til tjóðbúnan.

Eri útbúgvin handarbeiðslærari. Undirvísi á Húsarhaldsskúla Føroya, Føroya Handarbeiðsskúla og havi onnur skeiðir.
Havi skriva 5 bøkur, tríggjar til brodering til tann føroyska tjóðbúnan og tvær innan kirkjuklæði.
Búgvi á Syðradali K.
Info
Undirvísari: Paulina M. K. Eliasen
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og norðurlendskt
At hava við
Gjald 30 kr. fyri tilfar. Eg havi toy og garn við til prøva.


1.04 Diagonalar strípur úr restum
Eg elski at spæla við hugflogið, tá eg bindi. Og tað besta er, tá eg fái brúkt allar mínar restir. Henda serliga blusan er bundin úr restum, so tú avgerð sjálv, hvørjar farvur og hvat slag av tógvi tú brúkar. Hon er løtt at binda, so tey flestu klára at verða við. Vit tveita allar okkara restir í eina pulju og so binda vit strípur diagonalt í alskins farvum og tógvslagi. Tú nært nokk ikki at blíva liðug vi blusuna til verkstovuna, men tú fært eina greiða vegleiðing í hvussu tú gert hana lidna.

Eg eiti Herborg Torkilsdóttir og eg elski at brúka hugflogið við øllum tógvrestunum – eg samanseti ofta binding og hekling í saman plaggi.
Tá eg bindi og hekli, er alt uttan reglur og uppskrift – bara tað hongur saman til síðst, so eri eg glað.
Info
Undirvísari: Herborg Torkilsdóttir
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og danskt
At hava við
Ymiskar restir av tógvi og stokkar í tí fastleika man ynskir at binda.


1.05 Nálabinding fyri nýbyrjarar
Á byrjunarskeiðnum í nálabinding læra tit at nálabinda oslo-stingin. Tit byrja við einum, sum eg havi kasta uppá, so tit sleppa at gera stingin beinanvegin. Síðan læra tit at taka uppá, taka av og at kasta uppá.

Eg eri úr Niðurlondum; men flutti til Norra í 2005. Eg var lærari í mong ár, nú eri eg vikarur fyri tilkomin. Eg havi verið áhugað í hondarbeiði síðan eg var lítil. Í 2008 lærdi eg m.a. nálabinding og havi síðan fingist við tað. Í 2015 – 16 las eg “Tekstilkultur 1 og 2” og skrivaði uppgávu um nálabinding. Umframt at vera lærari, havi eg skeið í nálabinding og brikkveving,
Info
Undirvísari: Andrea Tebbenhoff
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl. 9-12
Torleikastið: Nýbyrjarar
Mál: Tosi: NO, EN, NE
Skilji: DA, SV, DE
At hava við
30 kr. fyri byrjunartilfar. Eg havi trænálir við, sum tú kann lána. Eisini kanst tú keypa eina nál fyri 100 kr. Um tú hevur eina nálabindinál, er gott, um tú hevur hana við og ullint tógv, sum passar til stokk 4,5 - 5 (100 % ull, ikki superwash). Eg havi kasta uppá og vundið ein ellubita, so tað er klárt hjá tær at byrja beinanvegin.


1.06 TUNESISK hekkling
Ein øðrvísi háttur at brúka hendurnar uppá. Minnir um hekkling, men í onkrum førum kanst tú eisini ivast í, um tað er bundið. Spennandi at sita við. Kann nýtast til at gera teppir, brúkslutir/brúkslist ella trivalig klædnapløgg.

Mær hevur altíð dáma væl at arbeitt við handverki og kreativum loysum. Eg dugdi at binda sum 5 ára gomul. Síðani tá havi eg ikki helma í. Havi hekklað, seymað, smíðað og urtagarðs arbeiði heilt frá barni av. Altíð havi eg trivist væl, har eingi mørk blivu sett, so hugflogið sleppur at sveima.
Eri eisini ein av stovnarunum av Bindifestivalinum. Mín leiklutur til hendan Bindifestivalin er at undirvísa.
Info
Undirvísari: Steintóra Nesá
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl.14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og norðurlendskt
At hava við
Tit skulu hava tógv við sjálvi - restir ella ellibitar eru vælegnað. Vel antin at brúk ullint tógv ella bummull. Tjúkdin á tónum hevur ongan týdning, er tráðurin ov fínur, so ber til at leggja 2 saman. Hugsa um litsamansetingar. Hav hekklinál við, sum er egna til tunesiska hekkling. Eisini kann vanlig hekklinál uttan skaft brúkast. Støddin á hekklinálini skal vera nr 6 ella har á leið.


1.07 Kom og spinn tráð
Kom og finn út av, hvussu lætt og skjótt tað er at gera ullina til tráð at binda við.

Eg eri bóndi á Signabøgarði og havi verið tað í 30 ár. Á garðinum hava vit 240 áseyðir og 8 føroysk ross, umframt annan fenað. Eg arbeiði eisini á skrivstovuni á Búnaðarstovuni, har ein stórur partur av arbeiðinum er við ull, millum annað at samskipa árligu ullamóttøkuna.
Síðstu 10 árini havi eg arbeitt nógv við ull. Eg minnist sum smágenta, ommu og abba, tá tey sótu og nappaðu, karðaðu og spunnu høft á lítlastrá.
Eg lærdi tó ikki at spinna sjálv, fyrr enn eg fór á kvøldskúlaskeið á Eiði, har Annebin og Durita lærdu um alt innan ullarvirking. Hetta var góður lærdómur at fáa, sum eg nú royni at bera víðari.
Info
Undirvísari: Dorthea Joensen
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Fo/ DA/ EN/ skandinavisk
At hava við
Ikki neyðugt at hava nakað við. 25 g av ull eru íroknaði, meir kann keypast, um áhugi er fyri tí.


1.08 Avspenning, massaga og hondarbeiði
Hetta er ein verkstova, har greitt verður frá umstøðunum rundan um handarbeiðs arbeiðsstøðuna, sum kann vera ein orsøk til at ein fær spenningar og ilt í kroppin, tá ein situr og arbeiðir við handarbeiði. Tað verður farið inn í ástøði, fyri at fáa størri og djúpri forstáðilsi um kroppin, avspenning, massagu og pínuviðgerð. Vit fara at læra nakrar avspenningsteknikkir til at avspenna teir musklarnar, sum vanliga blíva spentir, tá ein situr og ger handarbeiði. Eisini fara vit at læra teknikkir og greb, so ein kann massera sær sjálvum.

Eg eiti Annika Torbjarnardóttir, eri 50 ár. Eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, persónligur venjari og læknaeksamineraður fysiurgiskur massørur og sportmassørur.
Info
Undirvísari: Annika Torbjarnardóttir
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og danskt
At hava við
Handarbeiði. Eg havi venjingar-lastik við, sum vit fara at brúka. Kann keypast fyri 60 kr/stk


1.09 Kasta uppá og læsa av á italienskum
Við at kasta uppá og læsa av á italienskum hátti, fært tú tryggja tær eitt snøgt “finish” á øll tíni pløgg, har dentur er lagdur á minstu detalju. Italienski hátturin ger, at plaggið fær eitt heilt serligt snið um rendurnar og ger kantin samstundis meira elastiskan. Meira frá Turið Elinborgardóttir kann síggjast við at fylgja henni á instagram undir @turidelinborgardottir

Turið Elinborgardóttir er 30 ára gomul, búsitandi í Hoyvík. Í gerandisdegnum lesur hon sjúkrarøktarfrøði, eigur trý børn saman við Eyðun Ranason Nolsøe – Turið fer ikki útum hurðina uttan stokkar og tógv í taskuni, og sigur seg binda hvørja fríløtu hon fær til hetta.
Info
Undirvísari: Turið Elinborgardóttir
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll, sum duga at binda.
Mál: FO, DA
At hava við
Møguleiki er at keypa eintøk av uppskriftini fyri 35 kr. Stokkar nr. 5, 6 og 7 og tógv sum passar til.




1.10 Skuggabinding
Skuggabinding er ein stuttlig, spennandi og øðrvísi binding, ið setur gongd á hugflog, skapanarhug, litsamansetingar og undran Skuggabinding, ið hevur sín uppruna í Japan, er ikki nakar gamal binditeknikkur Hetta slag av binding verður kallað skuggabinding, tí at mynstri ella motivið, eins og ein skuggi, ikki altíð er sjónligt. Skuggabinding er ein heilt einfaldur binditeknikkur, men við einum bergtakandi úrsliti, og har undran er stórsta gleðin Grundleggjandi byggir skuggabinding á røtt og rang eygu, tvs tað verður bert bundið rætt og rangt, og sum oftast við tveimum litum. Einum botnliti og einum mynsturliti Skuggabinding verður ein skjótt hugtikin av, og óendaligir møguleikar latast upp fyri einum Í hesi verkstovu fært tú innlit í ein spennandi arbeiðshátt, har tú bindur eitt motiv, ið einans er sjónligt frá ávísum vinklum.

Tey seinastu mongu árini havi eg m.a undirvíst innan kreativa hondbinding, og eisini sjálv skipa fyri ymsum skeiðum innan øðrvísi binditeknikkir, fyrilestrum, eins og bindicafé’um.
Eg havi, so langt eg kann minnast, altíð bundið og sitið við kreativum uppgávum og hugskotum
Eg havi eisini arbeitt hjá Navia og havi verið leiðari á Visitnordoy.
Eg havi altíð gingið nógv í fjøllunum, og er tað serligani har, eg fái mín íblástur, litsamansetingar og kreativu hugskot
Eg undirvísi á føroyskum, donskum, enskum og týskum.
Info
Undirvísari: Maiken Steinberg
Høli: Kemur seinni
Nær: Hósdag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO, DK, EN, DE
At hava við
Tógv, minst tveir litir, og stokkar
2.02 Spæl við at blanda binding og hekling
Eg elski at brúka hugflogið, tá eg bindi og hekli. Og tað allar besta er, tá eg fái brúkt allar mínar restir. Henda serliga blusan er bundin og heklað við resttógvi, so tú avgerð heilt sjálv, hvørjar farvur og tógv tú vilt brúka – jú grovari stokkar jú skjótari verður tú liðug. Vit tveita allar okkara tógvrestir í eina pulju og so binda og hekla vit úr restum frá hvør øðrum. Tú nært nokk ikki at blíva liðug til verkstovuna, men tú fært eina greiða vegleiðing og uppskrift at gera eftir.

Eg eiti Herborg Torkilsdóttir og eg elski at brúka hugflogið við øllum tógvrestunum – eg samanseti ofta binding og hekling í saman plaggi.
Tá eg bindi og hekli er at uttan reglar og uppskrift – bara tað hongur saman til síðst, so eri eg glað.
Info
Undirvísari: Herborg Torkilsdóttir
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og danskt
At hava við
Tógvrestir, stokkar og hekklinálir. (Eg brúki stokkar og hekklinál í minsta lagi stødd 8 mm og upp til 15-20 mm, men tú brúkar bara ta stødd, tær dámar best)


2.03 Lær at binda indiskan krossfald
I

Eg eiti Kristianna á Túgvu og búgvi í Streymnesi.
Mítt størsta frítíðarítriv er hondarbeiði av ymiskum slag. Seyming og brodering. Tó er at litað tógv og binding tað, sum mær dámar allar best. Tað allar besta er at finna uppá okkurt nýtt og annarleiðis við ymiskari tógv góðsku og litspæli. Soleiðis, at tað hondbundna plaggi er serstakt.
Info
Undirvísari: Kristianna á Túgvu
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO, DK og EN
At hava við
Tógv og stokkar sum passa til tógvi.


2.04 Entralac (Neverkont)
Kom og royn ein spennandi bindihátt, sum er uppi í tíðini. Luttakararnir fáa vegleiðing til bindiháttin og eina uppskrift uppá eitt rørturriklæði.

Eg eiti Dagmar Beder. Eg eri gift og vit eiga 5 vaksin børn. Eg eri námsfrøðingur, eg brúki míni handaligu og kreativu evnir í mínum arbeiði. Eg havi arbeitt í barnagarði, á Verkhúsinum Stíggi og nú arbeiði eg á serbreytini á Glasi.
Eg havi bundið alt tað eg minnist, og eg elski tað. Eg havi undirvíst í binding á kvøldskúlanum í Fuglafirði í 17 ár. Eg sniðgevi javnan fyri Navia, og nú selji eg eisini onkra uppskrift á uppskrift.fo. Eisini havi eg havt verkstovur á BINDIFESTIVALINUM á hvørjum árið.
Info
Undirvísari: Dagmar Beder
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Eg tosi føroyskt og danskt.
Eg skilji norskt, svenskt og enskt
At hava við
Hav stokkar og tógv, sum hóska saman, t.d. tógv sum ikki er ov grovt og stokkar nummar 3-4




2.05 Virka hosubond
Vit læra at virka hosubond til tjóðbúnan.

Eri útbúgvin handarbeiðslærari. Undirvísi á Húsarhaldsskúla Føroya, Føroya Handarbeiðsskúla og havi onnur skeiðir.
Havi skriva 5 bøkur, tríggjar til brodering til tann føroyska tjóðbúnan og tvær innan kirkjuklæði.
Búgvi á Syðradali K.
Info
Undirvísari: Paulina M. K. Eliasen
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og norðurlendskt
At hava við
Sisu-garn (sisu-tógv) 3 ymiskar litir



2.06 Bundnaturriklæði
Ein vegleiðing til hvussu tað føroyska sjallið verður bundið. Hvussu mynstri skal bindast í og hvussu ymisk sløg av tógvi ávirka útsjóndina av sjallinum.

Eg eri búsitandi í Fuglafirði og havi verið ein av føstu undirvísarunum á Bindifestivalinum, síðani hann byrjaði.
Eg eri uppvaksin við handarbeiði – bæði binding, hekkling, brodering og seyming. Tó er tað bindingin, ið tíðin mest verður brúkt til.
Binding er ein týdningarmikil partur í mínum dagligdegi, sum annars er ógvuliga fullur við arbeiði, politikki og sangi.
Bindifestivalurin hevur víst mær, at undirvísing eisini er nakað, sum mær dámar serliga væl og eg gleði meg til verkstovurnar á bindifestivalinum í 2025.
Info
Undirvísari: Gudny Vang
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll, tó er neyðugt at hava kunnleika til holfaldsbinding.
Mál: FO, DK og EN
At hava við
2-tráað ullint tógv, svarandi til Navia Duo. 50g = 180m Rundstokk nr. 5

2.07 Lær at binda ymisk snar og snúður
At binda við ymiskum snarið og snúður er fantastiskt at duga, tí hetta er ein bindiháttur sum kann snøgga eitt og hvørt plagg. Tað er eisini ein spennandi bindiháttur at sita við, um man troyttast av at binda ov nógv slætt og so kann tað vera ótrúliga vakurt á øllum støddum av stokkum. Meira frá Turið Elinborgardóttir kann síggjast við at fylgja henni á instagram undir @turidelinborgardottir

Turið Elinborgardóttir er 30 ára gomul, búsitandi í Hoyvík. Í gerandisdegnum lesur hon sjúkrarøktarfrøði, eigur trý børn saman við Eyðun Ranason Nolsøe – Turið fer ikki útum hurðina uttan stokkar og tógv í taskuni, og sigur seg binda hvørja fríløtu hon fær til hetta.
Info
Undirvísari: Turið Elinborgardóttir
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO og DA
At hava við
Møguleiki er at keypa eintøk av uppskriftini fyri 35 kr. Stokk at snara við, lættast er at keypa ein sum er gjørdur til endamálið. Stokkar 5, 6 og 7 og tógv sum passar til.



2.08 Vevbinding
Kom og royn teg. Vevbinding er ein stuttlig, øðrvísi og løtt binding. Í vevbinding kann tað síggja út, sum um mynstrini verða bundin við tveimum ella fleiri litum á sama umfari. Men í veruleikanum, so verður bert bundið við einum liti í senn, akkurát, sum tá man bindur strípur. Effektin líkist ómetaliga nógv jaquardbinding, tó uttan roksið við at binda við tveimum ella fleiri litum á sama stokki. Mynstrini innan vevbinding verða, sum oftast bundin aftur og fram og bert bundin við einum liti í senn – sum oftast tvey umfør av hvørjum liti. Nøkur av mynstrunum minna um mynstur innan veving.

Tey seinastu nógvu árini havi eg m.a undirvíst innan kreativa hondbinding, og eisini sjálv skipa fyri ymsum skeiðum innan øðrvísi binditeknikkir, fyrilestrum, eins og bindicafé’um.
Eg havi, so langt eg kann minnast, altíð bundið og sitið við kreativum uppgávum og hugskotum.
Eg havi eisini arbeitt hjá Navia og havi verið leiðari á Visitnordoy.
Eg havi altíð gingið nógv í fjøllunum, og er tað serligani har, eg fái mín íblástur, litsamansetingar og kreativu hugskot.
Eg undirvísi á føroyskum, donskum, enskum og týskum.
Til ber at fylgja mær á:
Facebook undir navninum:
JAMM design
og
á Instagram undir navninum: jamm.design
Info
Undirvísari: Maiken Steinberg
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO, DK, EN, DE
At hava við
50 kr. fyri kopi av uppskrift. Tógv, minst 2 litir, og stokkar.

2.09 1 sjal, 3 hættir
Lær teknikkirnar til at binda sjal tríggjar ymiskar hættir. smásjal, traditionelt sjal og sjal við hettu.

Havi havt tógv og stokkar í hondini seinastu árini. Fáist millum annað eisini við hondlitað tógv og uppskriftir.
Info
Undirvísari: Vár Solbjerg Hansen
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 9-12
Torleikastið: Miðal
Mál: FO, DA og EN
At hava við
Tógv og stokkar, ið hóska til.


2.10 Íblástur til binding
Í hesi verkstovuni fara vit at gloyma alt um virkislig krøv og vakrar rangur! Í staðin fyri fara vit, við íblástri frá eini mynd ella einum tingi, at kanna eginleikar og farvur og at umseta tað til binding. Vit fara at arbeiða í egnum tonkum og umseta inntrykk til persónligt úttrykk í form av øðrvísi bindiprøvum, sum tú seinni kanst brúka sum útgangsstøði til eina bindiverkætlan.

Eg eri útbúgvin hondarbeiðslærari við veving sum høvuðsfak og m.a. spinning sum hjáfak.
At eg bleiv so hugtikin av klæðnahondverki hevur leitt meg runt í verðini sum undirvísari. Millum annað til ein vevskúla í Tanzania og ein fólkaháskúla í Norra. Seinastu árini havi eg mest arbeitt við binding og hekling.
Info
Undirvísari: Anne Marie Nielsen
Høli: Kemur seinni
Nær: Fríggjadag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll, sum duga at kasta uppá og binda rætt og rangt.
Mál: Eg tosi danskt, “blandinaviskt” og enskt.
At hava við
Nógv ymiskt tógv: grovt, fínt, einlitt, marglitt og hólput tógv. Tað vil siga, eitt sindur av hvørjum, sum tú nú einaferð hevur og ymiskir stokkar Hav eisini eina hekklinál og stramainál við.


3.01 Lummabamsur
Eg havi bundið nógvar lummabamsur, sum eg havi latið inn á politistøðina og til sjúkraflutningstænastuna. Tí gleði eg meg til at undirvísa á bindifestivalinum, har eg fari at læra luttakarar at binda slíkar lummabamsur.

Eg eiti Sólborg Borðoy, eri 65 ára gomul og eri uppvaksin í Fuglafirði. Í dagligdegnum arbeiði eg á Vesturstovu, men í frítíðini dámar mær sera væl at binda. Eg lærdi at bind, tá eg var 7 ára gomul, og havi bundið síðan tá. Á mínum Instagram profili, Solborg_B_Design, leggi eg myndir út av tí, eg havi bundið. Eg selji eisini ymiskt, sum verður umbiðið – alt eftir egnum ynski.
Info
Undirvísari: Sólborg Borðoy
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt, danskt og enskt
At hava við
Stokk nr. 2 1/2 - 3 Og 50 kr. fyri mynstur, tógvrestir og fylla til bamsur.

3.02 VINARVØTTUR- gleð ein annan
Vinarvøttir verða brúktir á ellisheimum, røktarheimum og har tørvur er á eini fløvandi hond. Tað er ikki ein vøttur, sum tú letur teg í, men ein vøttur, sum tú tekur uppí hondina og sum fær tankarnar at hvíla ella sveima eina løtu. Kom og royn.

Mær hevur altíð dáma væl at arbeitt við handverki og kreativum loysum. Eg dugdi at binda sum 5 ára gomul. Síðani tá havi eg ikki helma í. Havi hekklað, seymað, smíðað og fingist við urtagarðsarbeiði heilt frá barni av. Altíð havi eg trivist væl har eingi mørk blivu sett, so hugflogið sleppur at sveima.
Eri eisini ein av stovnarunum av Bindifestivalinum. Mín leiklutur til hendan Bindifestivalin er at undirvísa.
Info
Undirvísari: Steintóra Nesá
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO og norðurlendskt
At hava við
Tær nýtist ullint fjálgt tógv til ein vinarvøtt. Bæði fínt og grovt kann nýtast. Fleiri litir. Rundstokk 3-4 Hekklinál 3-4

3.03 Lær ketumynstur
Lær at binda ketumynstur, sum eisini er nevnt sokkamynstur.

Havi havt tógv og stokkar í hondini seinastu árini. Fáist millum annað eisini við at hondlitað tógv og uppskriftir.
Info
Undirvísari: Vár Solbjerg Hansen
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Miðal
Mál: FO, DA og EN
At hava við
Tógv og stokkar, ið hóska til.


3.04 Kom og spinn tráð
Kom og finn útav, hvussu lætt og skjótt tað er at gera ullina til tráð at binda við.

Eg eri bóndi á Signabøgarði og havi verið tað í 30 ár. Á garðinum hava vit 240 áseyðir og 8 føroysk ross, umframt annan fenað. Eg arbeiði eisini á skrivstovuni á Búnaðarstovuni, har ein stórur partur av arbeiðinum er við ull, millum annað at samskipa árligu ullamóttøkuna.
Síðstu 10 árini havi eg arbeitt nógv við ull. Eg minnist sum smágenta ommu og abba, tá tey sótu og nappaðu, karðaðu og spunnu høft á lítlastrá.
Eg lærdi tó ikki at spinna sjálv, fyrr enn eg fór á kvøldskúlaskeið á Eiði, har Annebin og Durita lærdu um alt innan ullarvirking. Hetta var góður lærdómur at fáa, sum eg nú royni at bera víðari..
Info
Undirvísari: Dorthea Joensen
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO/ DA/ EN/ skandinavisk
At hava við
Ikki neyðugt at hava nakað við. 25 g av ull eru íroknaði, meir kann keypast, um áhugi er fyri tí.



3.05 Dupultbinding
Við bupultbinding hevur plaggið tvær rættar síður soleiðis, at tú kanst venda tað báðar vegir – tá er mynstrið speglvent og litirnir øvugtir.

Eg eri útbúgvin námsfrøðingur. Nógv av míni frítíð brúki eg til hándarbeiði, tó brúki eg mest tíð uppá at binda. Eg fáist eisini við at brodera, seyma og hekla. Eg havi altíð verði forvitin eftir at royna nýggjar avbjóðingar, og tískil havi eg roynt nógv innanfyri tað kreativa. At binda er tó mítt høvuðshándarbeiði, og bindi eg ofta egin snið, eg finni íblástur har eg eri og tillagið mynstur og annað til mítt egna.
Info
Undirvísari: Linda á Marknagili Debes
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll, sum duga at binda
Mál: Danskt/ skandinaviskt
At hava við
Stokkar og hóskandi tógv, gjarna stokkar str 4-5 og tilsvarnadi tógv. Tógvi má ikki vera loðið.

3.06 Lær at binda Sophie Scarf
At binda eitt Sophie Scarf er helst ein tann besti mátin at gagnnýta restartógv, við at viga tógvi áðrenn kasta verður uppá og síðani viga tógvi inntil áleið helvtin er brúkt, tí tá fer man frá at taka uppá til at taka inn og tískil fær møguleikan at útnytta tógvi fult út Sophie Scarf er ein perfekt jóla gáva og eitt plagg sum kann, í nógvum ymiskum farvum, seta dám á klæðini. Meira frá Turið Elinborgardóttir kann síggjast við at fylgja henni á instagram undir @turidelinborgardottir

Turið Elinborgardóttir er 30 ára gomul, búsitandi í Hoyvík. Í gerandisdegnum lesur hon sjúkrarøktarfrøði, eigur trý børn saman við Eyðun Ranason Nolsøe – Turið fer ikki útum hurðina uttan stokkar og tógv í taskuni, og sigur seg binda hvørja fríløtu hon fær til hetta.
Info
Undirvísari: Turið Elinborgardóttir
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll
Mál: FO og DA
At hava við
Møguleiki er at keypa eintøk av uppskriftunum fyri 35 kr. pr. stk. Stokk 3,5 og hóskandi tógv - tó ber eisini til at binda á grovari og fínari stokki, alt eftir áhuga. Um man vil, kann man eisini kasta uppá til Sophie Shawl ella Hood.

3.07 - 3.08 Brikkveving – dupultverkstova
Á byrjunarskeiði í brikkveving lærir tú eitt einfalt mynstur, at seta brikkvev-renningina upp og at veva eitt band.

Eg eri úr Niðurlondum; men flutti til Norra í 2005. Eg var lærari í mong ár, nú eri eg vikarur fyri tilkomin. Eg havi verið áhugað í hondarbeiði síðan eg var lítil. Í 2008 lærdi eg at brikkveva og havi síðan fingist við tað. Havi verið á mongum skeiðum um brikkveving. Eri áhugð í at endurskapa tey gomlu bondini og at vísa allar møguleikarnar, sum vit hava, við at brikkveva og hvussu vit kunnu brúka brikkvevaði bond í okkara tíð. Umframt at vera lærari, havi eg skeið í nálabinding og brikkveving.
Info
Undirvísari: Andrea Tebbenhøff
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 9-12 og kl. 14-17
Torleikastið: Fyri nýbyrjarar
Mál: Tosi NO, EN, NE
Skilji DA, SV, DE
At hava við
Hevur tú brikkar (min. 10 brikkar), so tak teir við, somuleiðis stóra sikkurheitsnál, bandfesti, vevbeltið, 3 tvingur og bummulstógv. Eg havi við mær brikkar, sum man kann keypa (10 kr./stk). Havi eisini nálur við (25 kr./stk) Har afturat havi eg bummulstógv, man betalir bara fyri so mikið, man brúkar (1 kr. pr. gram). Eg havi eisini bandfestið við, tað kann man læna.


3.09 Holmynstur
Vit fara at binda prøvar til fýra ymiskar troyggjur við holmynstri. Onkrar eru einklar og elegantar, aðrar hava størri mynstur og grovari tógv. Heftið, við uppskrift til fýra ymiskar troyggjur við holmynstur, er íroknað til hesa verkstovu.

Eri 41 ára gomul og arbeiði sum lærari í Fuglafjarðar skúla. Eg elski at binda og at finna nýggjar og spennandi bindiuppskriftir. Eitt, sum mær dámar allarbest, er at binda troyggjur við holmynstri. Haldi tað hevur nakað vakurt og elegant yvir sær, tí havi eg eisini valt holmynstur til mína verkstovu.
Info
Undirvísari: Bodil Jacobsen
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og gøtudanskt
At hava við
Rundstokk nr 10 (40 ella 60 cm) Tógv: Navia Fípa el.l. Rundstokk nr 4 (40 ella 60 cm) Tógv: Navia Uno ella tveir alpakka traðrir.

3.10 Bind puntut
Nógv halda at tað er meira krevjandi at binda puntut enn at binda stríput, men tað nýtist tað ikki at vera. Til hesa verkstovuna skalt tú hava tveir bundnar prøvar við (sí niðanfyri), sum vit skulu arbeiða víðari við. Í verkstovuni fara vit á einfaldan hátt at binda prøvar, sum eru genialir snarvegir til at binda puntut uttan strev.

Eg eri útbúgvin hondarbeiðslærari við veving sum høvuðsfak og m.a. spinning sum hjáfak.
At eg bleiv so hugtikin av klæðnahondverki hevur leitt meg runt í verðini sum undirvísari. Millum annað til ein vevskúla í Tanzania og ein fólkaháskúla í Norra. Seinastu árini havi eg mest arbeitt við binding og hekling.
Info
Undirvísari: Anne Marie Nielsen
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 14-17
Torleikastið: Fyri øll, sum duga at kasta uppá og binda rætt og rangt.
Mál: Danskt, “blandinaviskt” og enskt.
At hava við
20 kr. fyri prentaða uppskrift og vegleiðing. Ein bundnan ferhyrning uml. 12 x 12 cm. Hann skal vera bundin slættur við strípum í trimum ymiskum farvum. Eisini skal tú hava ein 12 x 12 cm ferhyrning, sum skal bindast í stiklavond, við strípum í trimum ymiskum farvum. Tak eisini resttógv við og stokkar, eina hekklinál, ið passa til tógvi og eina strameinál.

3.11 Tvíbinding
Tvíbinding/tvebinding er ein sera hugtakandi gamal bindiháttur, sum fyrst varð kendur í Dalarna í Svøríki. At tvíbinda merkir at binda við tveimum noðum við somu farvu. Fyri hvørt eyga tú bindur, skiftir tú ímillum tey bæði noðuni, í meðan træðrirnir snara um hvønn annan. Tað bundna verður tætt, slitsterkt og stútt, men sera heitt at vera í og sær gott út. Ert tú áhuga/ður í mentanarligari bindisøgu, so er hendan verkstovan akkurát nakað fyri teg.

Eg eri útbúgvin hondarbeiðslærari við veving sum høvuðsfak og m.a. spinning sum hjáfak.
At eg bleiv so hugtikin av klæðnahondverki hevur leitt meg runt í verðini sum undirvísari. Millum annað til ein vevskúla í Tanzania og ein fólkaháskúla í Norra. Seinastu árini havi eg mest arbeitt við binding og hekling.
Info
Undirvísari: Anne Marie Nielsen
Høli: Kemur seinni
Nær: Leygardag kl. 9-12
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Danskt, “blandenavisk” og enskt.
At hava við
20 kr. til prentaða vegleiðing. Stokkar nr. 3 (fimm stokkar) og hvítt tveytráðað tógv, sum passar til.






3.14 Sminka kann eisini vera list (EINANS fyri ung 7.-10. flokk)
Sminka er ein formur fyri persónligari list. Eftir mínum tykki er tað mest týdningarmikla við at sminka sær, at ein hevur dirvið til at bera tað listina, ið ein skapar á egið andlit.

Eg eiti Eilin og eri 37 ár.
Eg havi í mong ár verið áhugað í at vísa mína persónligheit, við at sminka mær eitt sindur øðrvísi enn flest onnur.
Info
Undirvísari: Eilin Hansen
Høli: Ungdómshúsið UNG530, Bakkavegur 34
Nær: Leygarkvøldið kl.20-23
Torleikastið: Fyri øll
Mál: Føroyskt og norðurlendskt
At hava við
Gott lag