Nú kanst tú keypa

Sølan til Bindifestivalin er skotin ígongd. 

Vilt tú vera í góðari tíð og tryggja tær  jólagávu til ein kæran, so er høvið nú at keypa atgongumerki til Bindifestivalin fyri serprís. 

Ella… hví ikki forkela teg sjálva/n og keypa tær eitt gott upplivilsi á Bindifestivalinum?

Prísir:

Vikuskiftisarmband 998,- DKK (galdandi til 31. jan. 2024)

Tilboð, vikuskiftisarmband + 2 verkstovur 1.648,- DKK (galdandi til 31. jan. 2024)

Verkstova 450,- DKK

Dagsarmband 675,- DKK

Gávukort                                                                  (áset upphæddina sjálv/ur)

Mannagongd

Tú kanst bíleggja atgongd til Bindifestivalin á okkara heimasíðu www.bindifestival.com. Far inn á “bílegg”, útfyll oyðublaðið og trýst á send. Vit senda tær so eitt bíleggingarnummar og kunning um gjald. Bíleggingin er endalig tá flytingin er komin ígjøgnum og vit hava sent tær eina váttan.

Verkstovur: tá tú keypir eina verkstovu, keypir tú atgongd til at velja tær eina verkstovu. Verkstovuna velur tú seinni, tá vit kunngera hvørjar verkstovur vera á Bindifestivalinum 2024. Minst til: fyrstur fær. So tað er at fylgja við á heimasíðuni og facebooksíðuni, tá verkstovurnar vera kunngjørdar. Verkstovurnar hava í mesta lagi 15 luttakarar hvør.

Ivast tú í onkrum ella hevur eitt hvørt at spyrja okkum um, so er endiliga at skriva til bindifestival@gmail.com ella ring til 22 70 36.

Bestu jólaheilsan

Frá

Fyriskiparunum á Bindifestivalinum