Bloggur: Aftur á slóðina

Gleði og stoltleiki við at binda – arvur frá forfedrum í nútíðarhøpi.
Eg vil í hesum fyrilestri hugsavna meg um at líta aftur á tíðina fyrst eg
minnist og leiklutin bindingin hevði tá í tíðini í mun til í dag.
Eisini fari eg at hugleiða um støðuna viðvíkjandi binding í dag. Hvørjar eru
fyritreytirnar hjá uppvaksandi ættarliðnum at læra seg at binda, og á
hvønn hátt ger nútíðar liviháttur tað torført at hava neyðugu tíðina – bæði
hjá tí vaksna og hjá uppvaksandi børnum og ungum – at læra frá sær og
taka ímóti bindiførleikunum?

Harafturat fari eg at royna at svara nevndu spurningum og koma við
hugskotum um, hvussu vit kunnu arbeiða við hesum avbjóðingum innan
nútíðarsamfelagsins karmar. Kann hetta t.d. flættast saman við onnur
tiltøk, sum longu eru í dag?

Eg komi við dømum um, hví tað er hent at duga at binda og hvussu hetta
kann nøkta ein grundleggjandi tørv at vera skapandi hjá tí einstaka og
bæði leggja afturat og vera grundarlag fyri fortreytunum at nema sær
kunnleika á øðrum økjum og harvið kunna verða brúkt á øðrum
førleikamennandi økjum. Tvs, at flyta tað, ein lærdi, tá ein lærdi at binda
– og síðani gjørdist dugnaligur bindari, til onnur øki, har tørvur er á at
kunna hugsavna seg fyri at taka til sín læru á øðrum økjum.

Fyrr varð bundið, vovið og seymað upp á húsfólkið, tí lítið tá fekst í
handlunum og tað, sum fekst, var ov dýrt, tí pengarnir vóru smáir hjá
vanliga fólkinum. Í dag keypa fólk mest sum øll klæðir úr so sterkum
tilfari, at tey ikki verða uppslitin, men koyrd burtur ella latin til vælgerandi
endamál, tí fólk ynskja at keypa okkurt nýtt og meira nýmótans. Flest fólk
mangla ikki klæðir, men hava ov mikið í goymslum sínum.
Sostatt er nógv broytt frá tíðini, tá á stóð at keypa klæðir, og gomul
klæðir tískil vórðu seymað um, og tógvið mátti gagnnýtast við at rekja
upp pløgg og binda okkurt, sum var meira neyðturviligt, t.d. til børnini.

Kvinnurnar – nakrir menn bundu tó eisini – høvdu lært at bundið sum
smágentur og vóru tí sera dugnaligar bindikonur – minnist sjálv, at
kvinnurnar sótu altíð við stokkum, um ein løta var, har tær ikki høvdu
annað, tær máttu fáa frá hondini.

Í dag er støðan ein heilt onnur. Kvinnur flest eru í dag ikki
heimaarbeiðandi burturav, eins og flestar vóru tá, men hava eisini
krevjandi arbeiði uttan fyri heimið. Bæði kvinnur og menn hava sera nógv
at gera, og lívshátturin er nógv broyttur, so umframt at arbeiða, mugu
foreldrini brúka nógva tíð at fylgja við á netinum um støðuna á barnsins
stovni og/ella skúla, og ikki minst er týdningarmikið at fylgja við barnsins
frítíðarítrivum og hvør kunning er har, so tey kunnu stuðla børnunum.
Sostatt mugu foreldrini flyta seg runt á bæði fysiskum og digitalum
pallum alla tíðina í mun til bæði barnalív, arbeiði og frítíð.

Hetta ger so, at lítil tíð er at leita inn í seg sjálvan og fordjúpa seg. Har
eru vit, ið lærdu at binda sum børn og ung, heppin, tí bindingin er vorðin
sjálvvirkin, so vit altíð kunnu koma í gongd aftur, hóast vit t.d. ikki hava
bundið í fleiri ár. Hetta gera vit m.a., tí júst binding gevur tað fordjúpilsi,
sum okkum tørvar. Við hvørt er bara tíð til minni verkætlanir, men so
knappliga kann okkurt gera, at vit hava hug at fara í holt við størri
uppgávur, t.d. at ein hevur hug at binda eina stóra persónliga gávu á
onkrum merkisdegi í familju ella vinaskaranum.

Alt gongur so skjótt í dag, men tað tekur tíð at binda, so tá noyðist man
at hugsavna seg – og tað er bara gott. Afturfyri fáa vit gleðina og
stoltleikan av at hava gjørt okkurt sjálvi. Serliga stuttligt er tað, tá vit
kunnu spenna okkum út og finna upp á nýggj mynstur og/ella skap og
seta saman spennandi litir. Eisini nýgerð av siðbundnum mynstrum er
stuttlig at arbeiða við, ofta við íblástri av mynstrum, sum vit minnast
aftur á frá barndóms- og ungdómstíðini.

Stuttligt t.d., at vanligar skipstroyggjur, sum vóru bundnar í hópatali til
sjómenn okkara upp gjøgnum tíðirnar og hava átt lívið í teimum ígjøgnum
so nógv ár umborð á skipum, har tað bæði var rátt og kalt, nú liggja til
grund fyri nógvum spennandi pløggum gjørd við nýhugsan av skapi,
mynstrum og litum. Alt var tá í tíðini hondbundið og gav kvinnunum
arbeiði og eyka inntøku umframt tað, sum maðurin vann á sjónum. Ofta
bundu omman og mamman buðlarnar og stóru smágenturnar bundu
ermarnar. Og ikki var nokk við skipstroyggjum at halda mannfólkið
umborð á t.d. sluppunum heitar í ráliga umhvørvinum umborð. Nei, har
máttu eisini bindast undirtroyggjur og undirbuksur og ikki minst mangt
pari av hosum.

So binding hevur langa søgu her á landi at fáa klæði upp á kroppin á
húsfólkinum og sum ein háttur at vinna sær nøkur eyka oyru at keypa
mat fyri.
Í dag hevur binding aðra uppgávu, m.a. at geva sær sjálvum loyvi at
brúka tíðina uppá seg sjálvan og samstundis kunna virka alt møguligt at
gleða onnur við. Eisini eru tað sjálvsagt nøkur – nú sum fyrr, sum fáa
pening burturúr at selja tað, tey hava bundið. Tó fyri mong er tíð
marglæti, sum ein gevur sær sjálvum við t.d. at kunna slappa av við
stokkum. Tað er ein gáva at hava frið og náðir onkrar løtur, tá
gerandisdagurin annars er sera skundmikil. Móti og hættir at virka innan
binding broytast alla tíðina, og tørvur kann vera á at uppliva gleðina við at
skapa sjálvur. Hetta ber til, tí tíbetur hava bindiførleikarnir enn fótafesti í
føroyska fólkinum.

Ættarlið eftir ættarlið hava bindandi kvinnur hjálpt hvørjari aðrari at lært
seg at binda. Soleiðis hevur felagsskapurin millum hesar kvinnur í øllum
aldrum tvinnað saman binding og sosiala samveru. Eina tíð sá tað út til,
at bindiførleikin kanska fór at hvørva, nú so nógv annað tók tíðina, men
nú sær tað út til, at bindingin aftur fyllir meira. Kortini er torført at siga,
um hon hevur fastatøkur á fólki í øllum aldri, tí hóast snotiligir
tógvhandlar lata upp, og bindibøkur koma út, so vita vit ikki, um hetta er
eitt rák, som er komið upp eina stutta tíð, ella veruligt fyritakssemi, sum
varugt fer at skapa karmar um binding og sosialan felagsskap til øll fólk
við bindihuga. Lat okkum vóna tað seinna.

Brúk er fyri kørmum, har fólk í fleiri aldrum kunnu hittast at binda og
hugna sær saman. Minnist við gleði, tá eg sum stór smágenta saman við
vinkonum og øðrum gentum vetrarkvøldini fór oman í kjallaran í Emmaus
at binda. Har vóru kvinnur í øllum aldri, sum lærdu okkum at binda, og vit
sótu so hugagóðar og bundu, meðan tær eldru løgdu okkum lag á. Eisini
fingu vit ein drekkamunn og hoyrdi søgur lisnar upp fyri okkum, ella
fortalt varð frá spennandi og áhugaverdum hendingum. Hetta vóru sera
gevandi løtur hesi myrku kvøldini á Vágsheygnum. Hesar løtur skaptu
vinarløg tvørtur um ættarlið.

Í hesum tíðum, har so nógv tilboð eru til øll, kundi verið spurt, um
bindiførleikarnir eru í vanda fyri at blíva burtur í skiftinum millum
ættarliðini? Møgiliga er tørvur á at vera meira tilvitað um gongdina á
hesum økinum. Ein háttur kundi verið at arbeitt við, at ættarlið kundu
komið saman at bundið, tí um vit koma saman tvørtur um ættarlið, koma
vit at kenna søgur og frásagnir, sum vit annars ikki vildu hoyrt, alt
ímeðan vit binda og læra tað hondverkið. Ikki minst er binding góð fyri
motorikkin hjá børnum og vaksnum. So umframt relatiónir millum
ættarlið fáa vit so nógv annað gott burturúr enn “bara” at læra at binda
og menna bindingina.

Børn læra so nógv annað í samveruni millum eldri og yngri, sum eisini
gevur frið og ró og ein heilt annan hátt at vera saman, enn tá bert ung
savnast. Minnist sjálv frá fyrr nevndu bindikvøldunum, hvussu vit børn
saman við teimum eldru sótu so hugagóð og hugsavnaðu okkum um at
binda – fyri ikki um at tala um hugfarsligu samveruna, sum vit heilt
sikkurt ikki høvdu upplivað, um ikki vit vóru saman við fittu tilkomnu
konunum.

Vit fingu fatan av søgufrásøgnum, og at tað eru onnur, sum hava eitt heilt
øðrvísi lív, enn vit høvdu. Samanumtikið kann eg siga, at vit fingu størri
fatan og førleikar at hitta onnur, sum ikki vóru, sum vit sjálvi vóru. Fyri
ikki um at tala fyrimunurin at vit fingu styrkt savningarevnini og fatanina
um at læra um verðina rundan um okkum. Og so sjálvan grundleggjandi
kunnleikan at duga at binda og hvørjir møguleikar liggja í tí.
Sum barn hugsaði eg ikki so djúpt um alt, eg í veruleikanum fekk
burturúr, men helt tað bara vera stuttligt, og eg lærdi eina rúgvu av
nýggjum bæði andaligt og handaligt. Tó haldi eg nú, at tað, sum taldi
mest beint tá var, at vit lærdu at fáa nýggjar vinir og lærdu at duga at
tosa við nógv ymisk folk.

Tílíkt virksemi millum ættarlið kann viðmælast og er til gleði og gevur
dirvi og íblástur at halda á at binda, hóast ein enn er á byrjanarstøði. Tað
er ofta soleiðis, at tað strandar hjá teimum nýbyrjaðu fyrst uppá at bróta
bindikotuna og so fáa tíðina og friðin at fáa bindingina sjálvvirknað. Seinni
er so eisini tørvur á at fáa nýggj snild ráð og hugskot.
Ikki tí, eg lærdi tíðliga at binda. Har vóru fleiri, sum lærdu meg, men
mest mamma og omma. Minnist, at eg slapp at hjálpa ommu við at binda
skipstroyggjuermar, meðan hon bant bulin. Eg haldi, at tað má vera sunt
at binda, tí ein gerst so róligur, meðan ein bindur. Hartil er okkurt vakurt
við at vaksa upp og síggja ættarliðini undan tær binda – at flyta víðari
siðvenjuna og geva víðari royndir sínar. So nógv ár eftir kenni eg
góðskuna av løtunum, meðan eg lærdi at binda – og havi minnini um
góðar løtur í felagsskapinum við mammu og ommu.

Minnist dagarnar, tá mamma setti seg við stokkum eftir langan dag við
mongum uppgávum. Minnist klirranina av stokkunum og endurtøkurnar í
rørslum hennara, sum skaptu eitt mynstur, og at enda eitt plagg, til gleði
fyri hana og fyri meg, sum glað og errin kundi fara út í nýggjari toyggju.
Tilgongdin við stokkunum gleddi eisini hana serliga nógv, og tað legði seg
ein friður yvir okkum.

Sum vaksin merkti eisini eg sama hvílandi ávirkanina, samstundis sum eg
kundi hugsa djúpt, tá eg setti meg at binda. Eftir dagsins gerningar,
kemur friður yvir meg og eg kann fara burtur í kvirruna, meðan stokkarnir
ganga, og tógvið varliga flytir seg millum fingrarnar. Serliga tá eg bindi
uttan uppskrift og lati hugflogið og hugsanirnar reika, sum tey vilja, kenni
eg, hvussu gott tað er fyri lyndislagið hjá mær at binda. Eg kenni tá hugin
at vera hyggin, og hetta er gott móti strongd – tað at vera til steðar her
og nú og ikki hugsa um alt, tú “átti” at gjørt – hetta tí tú nú hugsavnar teg
um tað ítøkiliga, tú ert í gongd við, nevniliga at binda.

Nú er so nógv uppi á døgum viðvíkjandi tí, at vit eiga at hugsa meira um
okkara umhvørvið; og vit eru nokk øll samd um, at tað eiga vit at gera.
Ein kann siga, at binding verjir umhvørvið, um vit hugsa um, at tá vit
binda eitt plagg í skapi og litum, sum okkum dámar og plaggið verður
bundið, so tað hevur rætta sniðið til tann, ið skal brúka tad, so eigur
plaggið longri livitíð enn okkurt, sum ein tilvildarliga hevur keypt sær. Um
vit so eisini eru tilvitað um at keypa burðardygt tógv, er hetta enn betur
fyri umhvørvið.
Sum sagt, er tað ein stór gleði at geva víðari royndir, sum fingnar eru
gjøgnum nógv ættarlið sum siðaarvur t.d. frá móður til dóttir. Tá eru vit
felags um eina felags verkætlan gjøgnum nógv ættarlið, sum er gevandi
fyri felagsskapin.

Um vit aftur hugsa um heilsuna, er gott at bjóða heilanum av, tá vit skulu
hugsa um, hvussu plaggið skal síggja út og telja og rokna út fyri at fáa
tað at passa fullkomuliga. Sannlíkt er tílíkt virksemi við at halda gloymsku
og minnissvinni burtur í eina tíð í hvussu er.
Tað góða hjá teimum, ið binda er, at tey eru virkin, tá tey annars kanska
vildu verið óvirkin. T.d. tá hugt verður at sjónvarpi. Tú gert eisini okkurt
til nyttu, har tú annars onki gjørdi – myndin av neytakonum við stokkum
kemur fram fyri meg, nógv pløgg munnu vera komin av stokkunum, tí
nógv varð bundið fyrr, meðan annað var á skránni eisini.

Sum sagt, kann binding bøta um skaða av strongd, tí tá bundið verður fer
meldurin av hugsanum burtur, tí vit mugu hugsavna okkum um tað, vit
eru í holt við. Hetta er ikki tilvitað, men hendir ótilvitað og verður rópt
góð og innihaldsrík gloymska, tí bindingin ger teg skapandi og róliga.
Heilin fær hvíld og linna frá tankastreymunum og dagsins gerningi.
Sum ongantíð áður liva vit í einum heimi við nógvum møguleikum, men
samstandis í einum heimi, ið setur nógv krøv. Vit skulu alla tíðina gera
okkurt og røkka onkrum og hetta kann skapa strongd. Tá vit binda kann
kroppurin lata frið falla á seg og pulsurin fer niður, og hetta gevur okkum
frið at vera burtur í binditilgongdini og lata skapanarevnini breiða seg út.
Hetta endar við onkrum, vit hava fingið av stokkunum og gevur okkum
gleði at síggja, hvat vit vóru før fyri at skapa.

Tað stuttliga við at binda er, at vit hava møguleika at skapa okkurt
serstakt. Og gevur møguleika fyri at seta egnan dám á plaggið, sum ongin
annar hevur uttan tú.
Eisini er tað stuttligt at síggja onnur brúka tað, tú hevur skapt og frøðast
um hetta og koma við viðurkenning um, at teimum dámar pløggini. Hetta
at síggja tað, tú hevur bundið liva víðari hjá øðrum menniskjum, gevur
eina kenslu av virðismetan og kærleika, og gevur tað eisini gleði at kunna
geva burtur eina hondgjørda serstaka gávu, tí ein leggur kærleika í
plaggið ella lutin, sum ein virkar til ávísan persón.

Tí er tað ein stór gáva at geva uppvaksandi ættarliðnum at læra tey at
binda. Og tað er ongantíð ov seint at læra seg at binda ella at fara undir
at antin finna fram uppskriftir ella sjálvur gera nýggjar uppskriftir.
Men tað er vandi í hvørji vælferð. Tí at binda, er tað ikki bara okkurt, sum
vit duga ella?
Hjá tilkomnum og eldri er lætt at gloyma, hvussu og hvar lært varð at
binda, tað er bara nakað, man altíð hevur dugað, kanska var tað omma,
sum lærdi gentuna at binda. Men so minnist man knappliga til, at tað var
eisini nakað, sum lært varð í skúlanum. Í míni ungdómstíð var t.d.

nútímans at gera síni egnu klæðir, ikki minst at binda vestar við
uppáseymaðum heklaðum blómum, binda skipstroyggjur og m.a. lita
gamlar undirtroyggir at lata seg í og blæður at hava um høvdið – alt í
stuttligum litum og við tilvildarligum mynstrum á. Alt var loyvt og tað at
man dugdi at binda, lætti um at duga at finna uppá og finna loysnir, so
ein kundi fylgja mótanum.

Í dag er bindingin eitt sindur gloymd burtur hjá summum. Sostatt eru ikki
nóg nógvar fyrimyndir hjá uppvaksandi ættarliðnum fyri júst binding.
Torført er hjá ommum at røkka børnum og ungum, nú hesi eru sera
upptikin á netinum, har alt gongur so sera skjótt. Tí er tað so sum so við
tolinum hjá børnum og ungum at binda, serliga tí t.d. binding krevur
nógvar royndir umaftur og umaftur. Børn og ung vilja hava vøkur úrslit
við fyrstu roynd og skilja ikki, at fyri at gera vøkur bundin pløgg krevur
hetta nógvar royndir, sum taka nógva tíð. Tíðin er ein trotvøra, nú so
nógv tilboð eru til øll møgulig frítíðarítriv.

Enn er tó møguligt at geva bindiførleikan víðari við at vísa, siga og greiða
frá, hvussu vit binda. Best er at gera hetta í samveru við yngra ættarliðið,
um tað so er í skúla ella í øðrum sosialum samanhangi. Eisini eru nógvar
bindibøkur skrivaðar og nógv er at finna á netinum um binding.
Vónandi fara eisini glaðir og eldhugaðir bindarar at taka lut í góðum
tiltøkum at birta áhuga hjá børnum og ungum fyri bindikynstrinum.
Vónandi verður møguligt hjá teimum við bindingini at læra at stilla og
savna sinnið, so tey eisini fáa nyttu av hesum í øðrum sambondum, t.d. í
skúlanum, har førleikin at kunna hugsavna seg er ein avgerandi fyritreyt
fyri læring. Hugsavningin kemur, tá ein bindur frið, t.d. við at sita við
stokkum. Á tann hátt kunnu vit læra at venda okkum inneftir og klára at
savna okkum um uppgávuna, sum liggur framman fyri okkum, meðan vit
binda; og hetta kunnu vit so gagnnýta aftur í mongum øðrum førum at
fáa okkurt burturúr.