Kajtúrur

v/Petur Martin

Túrurin byrjar við Mentanarhúsið. Haðan verður farið eftir Niðara Vegi norður gjøgnum bygdina, har sagt verður frá um handils- og vinnulívið fram við vegnum. Gingið verður – um viðrar – heilt út á Ennið. Á hesum vegastrekki verður greitt frá handilslívinum í bygdini fyrr og nú. Síðan verður farið eftir havnarlagnum og fram við lýsi- og mjølverksmiðjuni Havsbrún. Her koma vit eisini fram við goymslu- og frystitunlunum inni í fjallinum. Norður móti Enninum ganga vit fram við oljuterminalinum og enda við trolvirkið Vónin,ina, har – um møguligt – verður stokkið inn á gólvið at síggja trolvirkið og bygdarmálningarnar av serstøkum húsum í Fuglafirði, sum Signar á Brúnni og synir hava málað og hongt upp í virkishøllini.

Kamino Innandals

v/Gerhard
“Um tú blívur við at ganga, so gongur tað nokk.” (Søren Kirkegaard, heimspekingur og gudfrøðingur í 19. øld)


Henda seinnapartin lata vit beinini tala. Gongutúrurin fær dám av gamlari pílagrímssiðvenju við kvirru og djúphugsni. Túrurin fer so líðandi í mótbrekku; men vit støðga á á leiðini. Vit ganga eftir vegnum og eftir eini gøtu.

Dypping og hitastova

v/Sheilu
Hevur tú hug at dyppa? – so kom við yvir á sandin, har vit skifta í einum neysti, sum hevur innlagt kalt vatn. Tá vit hava dyppað, bíðar hitastovan eftir okkum.

Trapputúrur

v/Bárður
Vilt tú røra teg? – so kom við á Trapputúrin, – millum húsini, gjøgnum privatar og almennar trappur og eftir sniðgøtum. Stutt sagt ein hugnaligur túrur, har tú fært pulsin eitt sindur upp